Eitt nýggjárslyfti í desember

Tað er upplagt at hugsavna seg um heilsuna í desember mánaði, heldur serfrøðingur

Eitt nýtt ár er ein gyltur møguleiki til eina nýggja byrjan, og eitt nýggjárslyfti um at eta heilsugott og venja regluliga er sera vanligt. Soleiðis plaga vit at hugsa, og venjingarmiðstøðirnar hava ongantíð so nógv vitjandi, sum fyrstu vikuna í januar, tá fólk í hópatali møta upp við vón um at broyta lívsstíl. Sambært Duritu Poulsen, BA í føðslu og heilsu, so skulu vit tó byrja at hugsa um bæði kropsligu og sálarligu heilsu okkara longu nú, áðrenn jólini eru byrjaði. Hóast øll hava nógv um at vera á jólum, so er upplagt at hugsavna seg um heilsuna í desember mánaði, og at koma sær undan knappliga trýstinum, sum eitt lyfti um nýggja byrjan hevur við sær eftir nýggjár. Tó, so er umráðandi, at jávnvági er í avgerðunum, og at  motivatiónin til heilsugóðu avgerðinar koma innan í frá.

 

 

– Slík nýggjárslyfti leggja eitt óneyðugt trýst, sum vit ofta ikki megna at standa ímóti. Betri er at byrja í smáum longu nú í desember mánaði, tí desember er ein avbjóðing á ymsikar mátar, sigur hon.

 

 

Durita Poulsen heldur, at ynskja vit at finna frið í vasinum jólamánaðin, so er umráðandi fyrst at finna friðin í sínum lívsstíli. 

 

 


– Ofta halda vit, at vit skulu hava eina kostætlan, og at onkur má siga okkum, hvat vit skulu eta. Vit gloyma at hyggja inn í okkum sjálvi og spyrja, hvat vit hava tørv á, sigur Durita Poulsen.

 

 

Hvaðani motivatiónin kemur, ávirkar eisini úrslitið av tí arbeiðinum, sum tú gert. Durita greiðir frá, at motivatión, ið kemur uttanífrá kann verða góð til at byrja tilgongdina til ein nýggjan lívsstíl, og hon kann eisini virka motiverandi, men hon heldur ikki í longdini.  Setur tú tær sum mál at fara niður í vekt og røkkir tí málinum, so fært tú óivað nógv rósandi orð við á vegnum, tú kennir teg glaðan, tí tú hevur rokkið málinum, og hevur tað betri við teg sjálvan. Motivatión, ið kemur uttanífrá er eisini nyttulig um ein venur til eina kapping ella skal niður í vekt skjótt. Alt hetta ávirkar okkum, og kann verða ein góð byrjan til, at vit leggja leistir um, greiðir Durita Poulsen  frá.

 

 

– Trupulleikin er, at í longdini dalar motivatiónin, ið kemur uttanífrá, og vit klára ikki at halda í henni. Tí mugu vit hyggja inn eftir. Verða vit motiveraði av rósandi orðum, so mugu vit rósa okkum sjálvi, tá vit njóta tilgongdina av einum broyttum lívsstíli, sigur hon.

 

 

Durita greiðir frá, at tað er ymiskt, hvussu vit finna innaru motivatiónina, men ofta er hon tengd at sjálvsvirðinum. Tað er umráðandi at vita, hvat gevur einum frið og gleði, og við innaru motivatiónini kemur eisini gleðin í núinum – eisini tá tað umræður mat og rørslu.

 

 

Hevur tú ongantíð frið við at eta sjokulátu, men hevur altíð ringa samvitsku. Heldur tú, at tú vigar ov nógv, ella kennir tú teg ósunnan, tá tú etur okkurt, so at kallað ósunt, so má sjálvsvirði styrkjast, áðrenn tað ber til at finna innaru motivatiónina, heldur hon.  

 


– Tá vit gera okkurt ekstremt, so sum at eta ov nógv, so er tað ofta sjálvsvirði, tað botnar í, tí vit hvíla ikki í okkum sjálvum. Tá er umráðandi at skilja, hvar tú finnur gleði, og hvar tú skalt seta inn fyri at finna hana. Tað veit man ofta best sjálvur, sigur hon.

 

 

Hon greiðir frá, at tað er lætt at oveta seg um jólini, men at tað eisini er í lagi, um tú avgerð, at tað skal verða í lagi hjá tær og hevur høvdið við í øllum tí, sum tú gert.

 

 

– Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit ikki hava ringa samvitsku og eru kedd av, at vit taka spontanar avgerðir, men at vit koma til sættis við tær avgerðirnar, sum vit tilvitað taka, kenna okkara egnu mørk, duga at slappa av finna balansu í høgtíðini, sigur Durita Poulsen.