Eitt nýtt skeið - ein nýggj øld

Eins og tað hevur týdning at viðgera framtíðar viðurskiftini millum Danmark og Føroyar hevur tað týnding, at vit føroyingar gera okkum greitt, hvat vit vilja við Føroyum! Hvat vilja vit við bygdunum - útjaðaranum mótvegis miðstaðarøkinum?

NÚ var hon so endaliga samtykt av bæði føroyingum og dønum, nógv umrødda avtalan frá 10. juni. Samanumtikið tykist at vera semja um, at avtalan er góð fyri Føroyar. Spurningurin er nú, hvussu vit koma víðari tvs. hvønn politikk Føroyar skulu reka, nú vit fara inn í eina nýggja øld og somuleiðis inn í eitt nýtt tíðarskeið við einum landsstýri, sum vil loysa frá Danmark. Tað undrar okkum annars, at hvørki danski vinstriflokkurin ella konservativi flokkurin vildu atkvøða fyri avtaluni, og er hetta ein álvarslig ávaring til fólkatingsmannin Óla Breckmann:fer hann veruliga at stuðla teimum konservativu eftir at teir ikki tóku undir við tí avtalu, sum ÓB sigur seg eiga lívið í? Nú sleppur hann so at royna teg.


DANSKI javnaðarflokkurin hevur við hesi avtaluni tikið í egnan barm og gjørt sítt til at betra um tey sera vánaligu viðurskifti millum Føroyar og Danmark, sum hann sjálvur var ein partur av orsøkini til. Eisini er vert at merkja sær, at krøvini frá føroyska fólkatingsmanninum og formanninum í javnaðarflokkinum, Jóannesi Eidesgaard til bróðurflokkin hava verið hoyrd. Tað er tí líkt til, at tað nú aftur fara at verða betri viðurskifti millum flokkarnar, nakað, sum er harðliga tiltrongt, tá hugsað verður um týdningin, sum sosialdemokratiska hugsjónin hevur fyri eitthvørt samfelag. Nú eiga hesir báðir flokkarnir at bera so í bandi, at útviklingurin í Føroyum verður bæði rættvísur, sunnur og góður. Heldur enn at mótarbeiða føroyingum, so eigur danski javnaðarflokkurin nú - í tann mun hetta er ynskiligt og rætt - at rætta øllum góðum kreftum í Føroyum eina hjálpandi hond tvs. hann eigur at medvirka til ein sunnan og skilagóðan útvikling.


TAÐ verður áhugavert at fylgja arbeiðinum hjá landsstýrinum komandi tíðina, nú kósin verður sett móti sjálvstýri/loysing. Vit hava so eitt samgonguskjal at halda okkum til, men vit hava eisini brúk fyri at vita, hvat tað er fyri kjøt og blóð, ið samgonguflokkarnir ætla skal koma aftrat beinagrindini. Men tað er eins týdningarmikið at vita, hvat andtøðuflokkarnir ætla. Við fyrrverandi løgmanni sum formanni í sambandsflokkinum er ikki væntandi, at nøkur nýhugsan verður í ríkisrættarliga spurninginum. Hin andstøðuflokkurin, javnaðarflokkurin , hevur alla tíðina lagt stóran dent á eina sjálvstýrislóg, og eftir okkara tykki er flokkurin nú noyddur til at geva hesi ætlan kjøt og blóð og siga Føroya fólki, júst hvat hann ætlar við hesi lóg. Ein av orsøkunum til, at flokkurin ikki enn hevur viljað sagt, hvat henda lóg skal innihalda, er tann, at hann vildi hava allar flokkar við í gerð av slíkari lóg. Nú er so støðan broytt í og við at vit hava fingið eitt sjálvstýrislandsstýri, sum hevur sína loysn. Javnaðarflokkurin hevur ómetaliga stóra ábyrgd sum størsti andstøðuflokkur, og tí eigur hann at spæla út viðsínum mótspæli /viðspæli til ætlanina hjá samgonguni.


EINS og spurningurin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hevur týdning at fáa eina sakliga og miðvísa viðgerð, halda vit eisini spurningin um, hvat vit vilja vit tí føroyska samfelagnum hava stóran týdning. Hvussu vilja vit, at hetta samfelagið skal varðveitast og mennast? Her hugsa vit serstakliga um, hvat vit vilja við bygdunum og útjaðaranum, nú mong tekin eru til, at fólkið flytur til miðstaðarøkið, og ein avleiðing av hesum verður, at nógvar bygdir í Føroyum rætt og slætt verða avtoftaðar. Er hetta ein náttúrlig gongd, sum vit einki kunnu og skulu gera nakað við fyri at steðga, ella eiga vit miðvíst frá politiskari síðu at stinga út í kortið ein nýggjan bygdamenningarpolitikk, sum skal síggjast aftur, tá vit fara inn í eina nýggja øld. Eins væl og viðurskifti okkara við Danmark skulu viðgerast her í blaðnum, so vóna vit at kunna umrøða spurningin: hvat vilja vit við Føroyum - við bygdunum, við útoyggjunum og við restini av landinum. Eftir okkara tykki eru hesi bæði málini nær tengd at hvørjum øðrum, og tað ber rætt og slætt ikki til, at viðgera eitt teirra uttan eisini at taka hitt málið fram.