Fótbóltstøl
B36 hevði aðalfund mánakvøldið, og millum evnini á hesum var framløga av roknskapi fyri farna árið. Tað er eingin loyna, at fleiri staðni í landinum sigst tað tungt at fáa endarnar at røkka saman hjá ítróttafeløgum, men hetta tykist so ikki at vera støðan hjá árstalsfelagnum.
Kassameistarin í felagnum, Kjartan Mohr, kundi vísa limunum ein roknskap, sum sýndi eitt yvirskot upp á 700.000 kr., sum annars er tað besta rakstrarúrslitið, sum felagið hevur havt.
Eisini á skuldarsíðuni stendur væl til, tí í fjør vórðu eisini seinastu avdráttirnir í 10 ára gamla felagshúsunum goldnir, soleiðis at felagið í dag er at kalla skuldarfrítt.
Samlaða eginognin í felagnum er í dag meira enn 3,6 mió.kr., so alt í alt má sigast, at talan er um eina fyritøku, sum er væl fyri fíggjarliga.