Eitt ár til næstu samráðingar

Seinasta samráðingarumfar um makrelkvoturnar í Norðuratlantshavi millum ES, Noreg, Ísland og Føroyar endaði seinasta mikudag úrslitaleyst.

Tað merkir, skrivar Danmarks Fiskeritidende, at partarnir nú hava uppgivið at finna semju um nýggjar makrelkvotur fyri 2013, tí næsti fundur millum strandalondini er ikki avtalaður at verða fyrr enn í oktober í 2013 - ella um eitt heilt ár.

Tó verður væntað, at ES og Noreg seinni í ár fara at semjast sínámillum um eina kvotu innan karmarnar av ICES-ráðgevingini.

Tilmælta makrelkvotan í Norðuratlantshavi er - sambært Danmarks Fiskeritidende sum vísir til ICES-ráðgevingina - 542.000 tons.