Hetta verður eitt rættiligt frambrot fyri fólk, sum bera brek.
Tað siga tey í Meginfelag Teirra Brekaðu.
Seinnapartin í dag fara Meginfelag Teirra Brekaðu og Kommunufelagið at skriva undir eina avtalu um fylgjarakorti.
Avtalan ber í sær, at øll fólk sum bera brek, hava rætt til at fáa ein fylgjara ókeypis við sær, har tey fara, og har tað ikki er ókeypis.
Í Føroyum eru nógv fólk, sum ikki kunnu fara nakrastaðni, uttan at hava ein fylgja við. Men hetta hevur verið steinur oman á byrðu, tí er tað ikki ókeypis har tey fara, verða tey noydd at rinda bæði fyri seg sjálvan, og fyri fylgjaran. Og sostatt kostar tað tvær ferðir so nógv hjá teimum at vera við, sum tað kostar hjá øðrum.
Sostatt hevur tað mangan verið kostnaðarmikið hjá teimum at ferðast, ella at vera við á tiltøkum, har tey bæði skulu gjalda fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran. Men skipanin við fylgjarakorti ger, at nú kunnu tey hava fylgjara við fyri einki.
Higartil er avtala um fylgjarakort gjørd við landsstýrið, og tey geva fólki við breki rætt til at hava ókeypis fylgjara við í Norðurlandahúsið, á Søvn Landsins, á Listasavnið, á Tjóðpallurin, við skipum og bussum hjá Bygdaleiðum og skipum hjá Strandferðsluni og til fótbólt, hondbólt, kappróður, og annars øll ítróttartiltøk undir Ítróttarsambandinum.
Síðani er avtala um fylgjarakort eisini gjørd við Smyril Line, so at fylgjarar eisini kunnu ferðast ókeypis við Norrønu.
Og í dag verður so avtala eisini gjørd við Kommunufelagið. Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at avtalan verður undirskrivað seinnapartin í dag í sambandi við aðalfundin hjá Kommunufelagnum.
Og hann sigur, at allir teir 30 borgarstjórarnir í landinum fara at skriva undir avtaluna fyri at kjølfesta hana enn fastari í kommununum.
Hendan avtalan gevur fólki við breki rætt til at hava ókeypis fylgjara við sær í svimjihallir, Reinsaríið og Perluna í Havn, í bygdarhús og annars til øll tiltøk, sum kommunurnar stuðla og vara av.
Sostatt fevnir hendan skipanin við fylgjarakortum um at kalla øll almenn tiltøk, bæði undir landinum og undir kommununum, umframt fyri Norrønu. Meginfelag Teirra Brekaðu sigur, at tað einasta, sum ikki er umfatað av skipanini fylgjarakorti, er Atlantsflog og ymiskt privat virksemi.