Eitt »øðrvísi« par

Tey, sum týsmorgunin komu á gátt hjá Anne-Lene og Peter Olofson at heilsa teimum á silvurbrúdleypsdegnum, gjørdust ikki sørt ovfarin. Silvurbrúðarparið var ikki sum væntað hátíðarklødd, men »høvdu latið seg í« og sóu nærmast út sum grýlur í føstu

Skemt og álvara

Peter Olofson kenna vit øll, so mikið hevur hann gjørt um seg, síðani hann kom til Føroyar. Men tað, Peter er kendur fyri, er mest tað álvarsliga.
At Peter eisini dugir at skemta, fingu tey at sanna, sum týsmorgunin komu at heilsa honum og konuni, Anne-Lene, nú tey høvdu verið gift í 25 ár.
Tey høvdu »klædt sig ud« sum danir siga. Anne-Lene í eini alt ov lítlari mynsturbundnari troyggju og ternutum skjúrti. Turriklæðið, Anne-Lene hevði á høvdinum, setti prikkin yvir i?ið. Peter í reyðhúgvu, stúku og ullintum undirbuksum líktist ikki prestinum, tey flestu kenna.
Tað var fyri næmingum og lærarum á HF-skúlanum og øðrum, sum komu at syngja fyri teimum silvurbrúðarmorgunin, Anne-Lene og Peter høvdu »pyntað« seg.
- Da de ville overraske os, ville vi også overraske dem, segði Anne-Lene, tá Sosialurin slóg upp á tráðin hjá silvurparinum seinnapartin týsdagin.
Tað var Peter, ið tók telefonina, tá vit ringdu, men hann var skjótur at lata Anne-Lene hornið.
Hvør teirra var meistari fyri sjáldsomu brúðarklæðunum, sigur søgan einki um.
Ferð til Pólands
Í silvurbrúðargávu frá for eldrunum hjá Peter, fingu tey eina ferð. Ætlan teirra var at fara til Ísrael, men av tí, at har er so ófriðarligt, gjørdu tey av at fara til Pólands í staðin. Saman við børnunum, Thomas 22, Silas, 18 og Line 14 ár, hava tey verið á kurhotelli í Pólandi.
Familjan Olofson kom aftur til Føroya til ólavsøku.
Men familjan í Danmark var ikki við sviðu soð; á vegnum heimaftur steðgaðu tey á í Danmark ? og á somu matstovu, sum Anne-Lene presenteraði Petur fyri familju sínari fyrstu ferð, tann dagin hon fylti 25 ár, varð familjan aftur bjóðað. Hesuferð var borðið sjálvsagt størri.
Sjálvan silvurbrúdleypsdagin høvdu Anne-Lene og Peter opið hús í Bøgøtu í Klaksvík.
Fjórðings føroyingur
Anne-Lene er av føroyskari ætt. Omma hennara á faðirsíðu var føroyisk og hevði Midjord til eftirnavn. Hetta navnið, helt omma hennara vera so vakurt, at hon kallaði børn síni við sínum eftirnavni.
Anne-Lene ferðaðist sum ung genta í Føroyum, og minnist aftur á tíðina, tá leguhúsið á Kamsdali var einasta húsið har.
- Tá eg í 1971 var á legu á Kamsdali, hugsaði eg ikki, at hetta einferð fór at verða ein lítil býir við einum studentaskúla, har eg sjálv kom at verða lærari.
Anne-Lene og Peter hava búð 13 ár í Føroyum. Tey trívast væl í her, siga tey.
- Í Føroyum finnast dygdir eg sakni í Danmark. Her kanst tú vera tann, tú ert, og her er pláss fyri teimum, sum eru øðrvísi, sigur hon.
- Klaksvík er en dejlig by og her bor søde mennesker, sigur Anne-Lene at enda.
Í løtuni starvast Anne-Lene sum lærari á HF-skúlanum í Klaksvík og á Kambsdali. Peter arbeiðir hálva tíð í laksi og hálva tíð við prestavirksemi.