Eitt samhaldsfast samfelag

Javnaðarflokkurin byggir sína stevnu á eitt samhaldsfast samfelag, har møguleikarnir hjá øllum landsins borgarum skulu vera so eins sum gjørligt frá vøggu til grøv uttan mun til sosiala støðu, skrivar formaðurin í Tvøroyrar Sosialdemokratiska felag, Martin S. Eidesgaard

Fyrstu politisku flokkarnir í Føroyum, Sambands- og Sjálvstyrisflokkurin, hugsaðu ikki um fólksins kor. Talan var tjóðskaparprát uttan breyð, men fólkið livir ikki av tjóðskapi eina. Tí tóku fólk seg saman at stovna javnaðarfeløg.

Flokkurin tók seg serliga fram á stórplássum við nógvum fiskaarbeiði, m.a. á Tvøroyri. Á hesum plássum vóru arbeiðsfólk og fiskimenn í støðugum stríði fyri at tryggja sær sína úrtøku í hondina fyri útinnt arbeiði. Løntakarin visti næstan ikki, hvar hann stóð, tí reiðarin, arbeiðskeyparin og keypmaðurin var sami persónur, sum legði afturat ella dróg frá í kontrabókini. Her drógu fakfeløgini og Javnaðarflokkurin eina línu, tann reyða tráðin, og vunnu sigur.

Vinnuflokkurin, seinni Fólkaflokkurin, kom sum mótvekt móti Javnaðarflokkinum, so er alt sagt.

Leingi var Javnaðarflokkurin einasti flokkur á vinstraveinginum, men eftir fólkaatkvøðuna í 1946 kom flokkur, sum báði segði seg vera løntakaraflokk og fyri loysing, men Tjóðveldisflokkurin er ongantíð komin við, hvussu loysingin kann fíggjast ella hvat so, tí kann við vissu sigast, at hann er ikki komin longur enn tjakið var fyrst í øldini: tjóðskapur uttan breyð!

Javnaðarflokkurin byggir sína stevnu á eitt samhaldsfast samfelag, har møguleikarnir hjá øllum landsins borgarum skulu vera so eins sum gjørligt frá vøggu til grøv uttan mun til sosiala støðu. Ikki hevur verið lætt at framt hetta í verkið, nógv er eftir enn, og annað verður, alt sum tíðirnar broytast.

Javnaðarflokkurin hevur drigið hinar flokkarnar við til m.a. fólka- og avlamispensiónir og ikki at gloyma samhaldsføstu eykapensiónina, alt slíkt, sum borgarligu flokkarnir ynskja, har piparið grør. Í staðin fyri at ganga sneisaørindi fyri sínar borgarligu samgongufelagar at niðurbróta grundprinsippið um fólkapensiónina skuldi landsstyrismaðurin heldur komið við møguleikum um at hækka hana ella samhaldsføstu.

Eingi sosial framstig ella nøkur broyting á sjálvbjargnis leið er framd uttan Javnaðarfloksins stigtakan ella stuðul.

At Javnaðarflokkurin á Tvøroyri hevur verið sterkur líka frá byrjan, sæst aftur í, at tríggir av fimm formonnum floksins hava verið av Tvøroyri: P. M. Dam, Atli Dam og Jóannes Eidesgaard.

Kreppurnar í tríati og fimti árunum raktu hart á Tvøroyri, men her syndu verkafeløgini stríðshug og fingu fullan stuðul frá Javnaðarflokkinum tá um galt at útvega fígging til arbeiðsfremjandi tiltøk, m.a. úr Danmark.

Heilt til inn í áttatiárini hevði Javnaðarflokkurin fyri tað mesta meirilutan í kommununi, men tá tóku teir borgarligu tóku yvir. Úrslitið er, at kommunan er ein tann mest skuldabundna í Føroyum. Kommunuloysnin kundi tykjast ein loysn, men røkkur als ikki. Landið noyðist at koma upp í leikin onkursvegna.

Tosað verður um, at kreppan er av, og at fólkatalið í Føroyum veksur aftur. Tað kann væl vera, tá talan er um Havnina, men á Tvøroyri eins og aðrastaðir er støðan alt annað enn góð: fólk flyta vegna skattatryst, óstøðugt arbeiði og vánalig útlit. Dag og dagliga hoyrist um fólk, sum gera av at flyta, og hús eru til sølu í hvørjum blaði.

Føroyskir politikkarir eiga at taka støðu til, um liviligt skal vera uttan fyri Havnina og meginøkið annars. Tá so trupult er at legga almenn arbeiðspláss uttan fyri meginøkið, mugu finnast aðrir møguleikar.

Tvøroyrar Kommunu var tann fyrsta, sum kom við umsókn um fríhavn. Hvar endaði tann umsóknin?

Í samband við eina møgulig oljuvinnu er upplagt, at Suðuroyggin er best egnað sum útgerðar-, goymslu- og arbeiðsøki. Her er stytsta leið og flestu fortreytir, sum aðrir tó royna at bróta niður.

Suðuroyingar vóru í ferð við at uppbyggja eina ferðavinnu, men hon bleiv jarðløgd av einum grundleysum landsstyrismanni, sum knappliga mátti selja Teistan, fyri at geva Skipafelagnum eina rutu uppbygda av Strandferðsluni. Harvið reyk eisini einasti møguleikin hjá vanliga føroyinginum at útvega sær ein bíligan møguleika at ferðast uttanlands. Longu nú sæst, at Skipafelagið er ikki ført fyri at røkja rutuna.

Skal liviligt vera í Suðuroynni, eigur samferðslunetið at útbyggjast: nyggj skjóttgangandi ferja - ikki minni enn Smyril - at flyta ferðafólk, bilar og ikki minst frakt eigur at raðfestast frammalaga, og í staðin fyri vandamikla Hovsvegin, berghol millum Øravík og Hov.

Við bergholi verður Hov miðdepil í oynni. Her kann ætlaði miðnámsskúlin byggjast saman við megin- og útbúgvingarbókasavninum fyri Suðuroynna. Ein tílíkur depil kundi saktans komið at virka sum ein mentanardepil, eitt »Norðurlandahús« í Suðuroynni.

Tvøroyrar Sosialdemokratiska Felag er ikki so gamalt eitt felag, men tó eitt av teim størstu av feløgunum í Javnaðarflokkinum og størsta felagið í Suðuroynni. Felagið byggir á grundsjónarmiðini hjá undangongumonnunum, sum hóast harða mótstøðu, tordu at bera fram og standa við sínar meiningar um einar betri Føroyar fyri øll. - Fólkaheimið Føroyar.

Javnaðarflokkurin fer framhaldandi at finna loysnir fyri at skapa Føroya fólki livilig kor, hvar í landinum tey so enn búgva.

Við hesum reglum tey bestu ynski fyri Føroya Javnaðarflokk, Føroyar og alt Føroya fólk!