Eitt seinkað, men neyðugt aftursvar til Høgna Hoydal

Hjá okkum politikkarum er tað sum hjá øllum øðrum, at tað er ikki alt, ein skal svara til og ikki alt, ein skal fara til. Tað vil so vera, at tað fara nógvar greinar og nógvar atfinningar aftur við borðinum, partvís tú tú ikki náar at svara, men sanniliga eisini tí, at tað er skilabest ikki at svara.

Eg havi nú í eina tíð verið í tí serstøðu, um ein kann kalla tað so, at tjóðveldismenn hava brúkt nógva orku til at viðgera mítt politiska virksemi, hóast tað nú er ein tíð síðan, at vit løgtingsmenn fingu summarfrí. Okkurt av hesum havi eg svarað, okkurt svari eg ikki, men greinin, Høgni Hoydal hevði í Sosialinum seinasta leygardag, kann ikki standa ósvarað.

Høgni Hoydal hevur annars fingið fyri vana, at hann í heilum leggur aðrar undir ikki at vita, hvat teir tosa um, ella hava teir á einhvønn hátt misskilt tað, tað snýr seg um. Men í greinini seinasta leygardag er hann vorðin offur fyri egnum dómi.


?Miskunning? á Fólkatingi

Yvirskriftin Høgni brúkar er einki minni enn ?Miskunning á fólkatingi?, har hann púrasta út í tóman heim leggur meg undir at hava givið Fólkatinginum, donskum politikkarum og almenninginum so dyggiliga miskunning fyri at brúka hansara egnu orð.

Í fyrsta umfari hugsaði eg, at her ruggar ikki alt rætt. Orðið ?miskunning?, hvat merkir tað? Øll vita vit, hvat sagnorðið ?at miskunna? merkir, og flestu okkara halda ivaleyst, at ?miskunning? var eitt navnorð, sum sipaði til sagnorðið. Á sama hátt sum ?at kunna? og ?ein kunning.?

Men tað, sum landsstýrismaðurin leggur meg undir, er, at eg undir viðgerðini av endarøðuni hjá forsætismálaráðharranum skal hava givið Fólkatinginum, donskum politikkarum og almenninginum skeivar og ósannar upplýsingar. Ein sera grov skuldseting, sum eg sjálvandi upp á tað harðasta vil vísa frá mær.

Lat meg beinanvegin byrja við at siga, at Høgni Hoydal skal vera meira enn vælkomin til at peika mær á ein stav ella eitt brot í míni røðu, sum er ein ?miskunning?.

Hvat sigur so Høgni Hoydal?

Jú, hann sigur (eg siteri): ?Hóast hesar greiðu linjur, sum longu eru avtalaðar við donsku stjórnina, misteinkiligger føroyski fólkatingsmaðurin landsstýrið og arbeiðið við Hvítubók. Sigur seg ivast í, hvussu saklig Hvíta Bók verður. Hann førir tey vanligu ósannindini fram, um at landsstýrið vil ?løsrive, - hellere i dag end i morgen?

Hvat segði so Jóannes Eidesgaard?

Hvat segði eg so á Fólkatingi? (Eg siteri): ?Statsministeren nævnte i sin redegørelse den hvidbog, som udkommer her i løbet af sommeren, og som skal danne grundlag for landsstyrets handleplan og køreplan imod den færøske suverænitet.

Jeg må skuffe statsministeren, når han siger, at denne hvidbog skal danne grundlag for de fremtidige relationer mellem Færøerne og Danmark. Landsstyrets planer på dette område står krystalklart i deres regeringsgrundlag, og det hedder udmelding af rigsfællesskabet og efterfølgende oprettelsen af den suveræne stat Færøerne.

Men jeg er ikke uening med statsministeren i, at en objektiv hvidbog, der beskriver og analyserer relationerne mellem vores to lande, er det nødvendige fundament for en fornuftig debat omkring sagen med en efterfølgende politisk stillingtagen til det fremtidige model for det videre samarbejde.

Men desværre vender denne sag forkert, fordi første fase allerede er truffet nemlig den politiske beslutning, for så senere at gå i gang med en udredning, som selvfølgelig helst skal kunne anvendes til at gennemføre den politiske målsætning.?


Hvar er ?miskunningin??

Harra Høgni Hoydal, hvat er skeivt í hesum? Hevur samgongan og ein meiriluti á løgtingi ikki tikið eina politiska støðu? Er kósin ikki sett?

2. okt. 1998 samtykti Føroya Løgting við 18 atkv. fyri og 12 ímóti fylgjandi uppskot til samtyktar: ?Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálim skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir.? Haraftrat kom so eitt ynski um eitt aðalorðaskifti.

Øll vit onnur ivast ikki í, hvat henda samtykt merkir. Politiskt er kósin sett ímóti fullveldi uttan mun til, hvat Hvítabók sigur. Politiska støðan er tikin, um henda samtykt skal takast fyri fult, og tað skal hon sjálvandi, og síðan er arbeiðið við grundarlagnum (Hvítu bók) farið í gongd. Hetta er raðfylgjan, tit hava valt.

Eg royndi í míni røðu at undirstrika mótsatt forsætismálaráðharranum, at ein hvitbók er besta grundarlagið fyri einari politiskari støðutakan. Og tá er raðfylgjan tann rætta. Men tað er hon ikki í tykkara føri. Tað er so tað.

Viðvíkjandi loysingini, tú nevnir í greinini, so er hatta eisini tikið úr leysum lofti. Eg segði (eg siteri): ? Ethvert forlig ligger altid et sted mellem de to yderfløje. Vi har på Færøerne to yderfløje. Sambandspartiet, som stort set ikke vil ændre noget som helst, og så Republikanerne, der vil have løsrivelsen heller i dag end i morgen. Men skal vi opnå et forlig, der har sandsynlighed for bred tilslutning, så ligger svaret ét sted mellem disse to partier.?

Ræðast tit tjóveldismenn egnan politikk seinastu 50 árini?


Røðan annars.

Endaliga vil eg siga, at røðan hjá mær var býtt í tveir partar. Annar, tann minni, snúði seg um marknaavtaluna og hin um sjálvstýrispolitikkin. Júst somu evni, sum forsætismálaráðharrin hevði í síni røðu, sum mín var eitt aftursvar ella viðmerking til. Einki løgið í tí, tí annars helt eg meg ikki til evnið. Viðvíkjandi sjálvstýrispolitikkinum brúkti eg høvuðsorkuna og talutíðina til okkara egnu uppfatan av, hvussu vit frægast kundu komið víðari. Tað haldi eg, at eg var førur fyri uttan at verða hongdur út av Høgna Hoydal fyri ?miskunning?.


Myndin við fótbóltsdystinum

Myndin, tú brúkti í greinini, um ein landsdyst í fótbólti var kanska ikki tann mest hepna. Tá liðini vórðu sett eftir valið í fjørvár, tá settu tit okkum út á beinkin. So vit koma hvørki at gera mál og enn minni sjálvmál. Tann møguleikan eiga tit bert sjálvir.


Djævelen er i detaljen

Apropos raðfylgjuni: Hvítbók/politisk støðutakan ella øvugt, so kann eg forrestin vísa til ein grein í Weekendavísini her fyri stuttum. Hon hevur heitið ?Djævelen er i detaljen.?

Bent Flyvbjerg professari í Ålborg hevur vunnið sær altjóða viðurkenning við at vísa á, hvussu maktin kann virka í einum númótans fólkaræði. Hetta hevur hann gjørt eftir drúgvar kanningar av stórum projektum út í heimi og í Danmark

Lat meg enda hesa grein við at geva Bent Flyvbjerg seinasta orðið. ?Man træffer en beslutning, og bagefter gennemfører man så de undersøgelser, der viser, at det er den rette, rationelle beslutnning, man har truffet .?


Jóannes Eidesgaard

fólkatingslimur