Í hesum orðaskifti varð sum vera man eisini komið inn á spurningin um rationaliseringar av tí almenna sektorinum, og í einum aftursvari í samband við, at hon eisini hevði víst á, at neyðugt er at fara inn at hyggja at almannalóggávuni - eg hugsi tað var ein viðmerking til Kristian Magnussen - segði Rúna nøkur orð um tað, sum er so púra rætt: at tað líkist ongum, at fólk, ið ikki hava hjálp fyri neyðini, skulu fáa hana, meðan onnur, sum veruliga hava brúk fyri hjálp, ofta ikki fáa hana. Eisini vísti hon á, at telefonin er opin alt ov stutta tíð á Almannastovuni.
Hetta hava fjølmiðlarnir, og serliga Sosialurin, fingið til at vera eitt óndsinnað álop á starvsfólkini á Almannastovuni. Og tað eru ikki hissini orð, sum hesin »peni« og sjálvrættvísi oddagreinsskrivarin á Sosialinum brúkar um Rúnu og onnur fólkafloksfólk. - Ja, vit eru grov, ósaklig og niðurgerandi, sigur Sosialurin. Vit undirgrava almennar stovnar. Eiturssáðið frá formanni floksins er farið at spíra í teimum nýggju og ungu tingfólkum floksins. Vit vanvirða tey, sum arbeiða á Almannastovuni. O.s.fr., o.s.fr.
Eg haldi, at Sosialurin, sum ger seg upp til at vera eitt »seriøst« blað, skuldi skammast!
Í fyrsta lagi var viðmerkingin hjá Rúnu Sivertsen als ikki eitt álop á starvsfólkini á Almannastovuni, so alt hetta gorið og gallið hjá Sosialinum er tað reina tvass. Rúna vildi vísa á, at skipanin, lógir og reglur tíverri eru soleiðis, at tað í mongum førum eru tey, ið veruliga eru illa fyri, sum ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar, meðan frísk fólk, sum til dømis bara orsakað av at tey ikki eru gift, fáa hjálp til bæði eitt og annað - eisini hóast tey liva saman sum gift!
Í øðrum lagi haldi eg, at vit, sum hava valt at arbeiða hjá tí almenna - tað veri seg á skrivstovum, í skúlum ella aðrastaðni - mugu tola, at ljóskastarin verður settur á okkum viðhvørt, og at kannað verður eftir, um tað, vit gera, er nóg gott.
Í triðja lagi haldi eg, at Sosialurin, ístaðin fyri at reingja tað, sum Rúna Sivertsen segði og spilla hana út fyri øllum Føroya fólki, átti at farið og kannað, um ikki okkurt er um tað, sum hon segði!
Men tað hevur Sosialurin sjálvandi ongan áhuga fyri. Endamálið hjá honum er jú bara at spilla Fólkaflokkin út og at skammrósa almennum starvsfólki!
12. feb. 1999
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður