Tann fyrsta apríl verður bíligari at sigla við Teistanum. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Á fíggjarlógini í ár hevur Løgtingið sett 1,5 milliónir krónur av til Strandferðsluna, og upphæddin varð markað til at lækka prísin á ferðaseðlum 15 prosent.
Tað hevur drigið út við príslækkingini og nú eru tingfólk farin at ótolnast. Men Johan Dahl sigur, at trupulleikin er, at ferðaseðlaskipanin, sum skipini hava, er so gomul, at príslækkingin kann ikki setast í gildi, fyrrenn hon er skift út.
Tað er eitt arbeiði, Strandferðslan er farin í holt við. Fyrsta skipið, sum fær nýggju skipanina, er Teistin, og Regin Jacobsen, fyribils stjori á Strandferðsluni, sigur, at miðað verður eftir at prísurin á siglingini hjá Teistanum fer at lækka 1. apríl.
Síðani verða prísirnir lækkaðir, so hvørt tey fáa tað nýggju ferðaseðlaskipanina. Men nær hinir prísirnir lækka, kann hann einki siga nakað um enn og hann vil heldur ikki siga, hvørjir verða teir næstu prísirnir, sum lækka.
Trupulleikin er, at Strandferðslan hevur ikki nóg mikið at ferðaseðlamaskinum. - Fleiri maskinur eru bílagdar, men leveringstíðin er drúgv, so enn er óvist, nær prísirnir á øðrum skipum lækka.
Hann vísir á, at skipanin á Smyrli er so umfatandi, at hann vil ikki lova, at hann verður næsta skipið, har ferðaseðlaprísirnir lækka, hóast tað hevði verið ynskiligt.
Men tað er eisini greitt, at prísirnir fara ikki at lækka 15 prosent. Á styttri leiðunum, har ein ferðaseðil nú kostar 45 krónur, fer prísurin at lækka niður í 40 krónur, sigur Regin Jacobsen. Og tá ið tørnið kemur til Smyril, fer prísurin at lækka úr 90 krónum, niður í 80 krónur.
Tað verða bara prísurin á vanligum ferðaseðlum til fólk til gongu, sum lækka. Prísurin á ferðaseðlum til bil og farm verða ikki lækkaðir.
|