Sjálvt um tað í september vóru áleið eins nógvir løntakarar sum í september 2009, so er gongdin øgiliga ymisk í vinnugreinunum. Tað sigur Hagstovan í síni nýggjastu uppgerð.
Í fiskavøruídnaðinum vóru nærum 17% fleiri til arbeiðis, men innan annan ídnað var afturgongdin hinvegin yvir 13%.
Her skal viðmerkjast, at hetta er sjálvandi áðrenn Fiskavirking fór av knóranum.
Í stóru vinnugreinini handil og umvæling vóru 226 færri løntakarar í september, hetta er ein minking uppá yvir 7%.
Tilsamans vóru 24.306 løntakarar í september, og tað eru 192 færri enn í september 2009. Tað svarar til afturgongd uppá 0,8%.