SAS megnaði í januar at fylla eitt sindur fleiri fólk í flogførini. Tað vísa ferðslutølini frá felagnum fyri januar.
– Samanborið við 2018 var kapasiteturin óbroyttur, men talið av ferðandi hækkaði, skrivar SAS.
Harvið hevur SAS selt beint under 65 prosent av plássunum í flogførunum. Í januar hevði SAS svir 1,8 milliónir ferðandi.
Bæði kappingarneytar og greinarar hava spátt eitt hart vetrarkrígg, millum anna um kundarnar frá Keypmannahavn. Í summar kunngjørdi lágprísfelagi Norwegian, at flogfelagið fór at hava fleiri flogferðir úr Keypmannahavn. Norðmenninir hava eisini sett fer á við langteinaflúgvingum úr Keypmannahavn.
Jacob Pedersen, partabrævagreinari, lýsti summarætlanirnar hjá Norwegian sum ein »frontalt álop á SAS«.
Í oktober spáddi ovasti sjtórin tjá Ryanair, Michela O’Leary, at annaðhvørt Norwegian ella SAS for at fara á húsagang í vetur.
Norwegian hever verið úti eftir meira kapitali fyri at halda seg flúgvandi eftir at milliardaundirskot í 2018.
/ritzau/