KPMG hevur útgivið árliga bóklingin um skattaviðurskifti. Bóklingurin kallast eitt sindur um skatt, og tað er eisini tað, lesast kann um í bóklinginum.
Til ber at lesa um ymisk skattaviðurskifti ? bæði hjá einstaklingum og virkjum. KPMG sigur í skrivi, at bóklingurin bert umfatar føroysk skattaviðurskifti, og hann fevnir ikki um øll skattaviðurskifti. Men sagt verður frá eitt sindur um skatt.