Eitt sjaldan skitið bragd

Uppskotið frá Bjarna Djuurholm, tingmanni, um, at Løgtingið skal lóggeva Bjarnasa røttu útgávu av stavraðnum ígjøgnum, hevur Hendrik Old, tingmaður, lagt fram.

Jonhard Mikkelsen
---
Nú ræður bara um at fáa eina formliga fyrstu viðgerð av málinum, so verður tað beint í mentanarnevndina. Og sí! Hvør situr sum for­mað­ur har? Har situr Bjarni Djurholm, tingmaður, og tekur ímóti sínum egna upp­skoti og fer at viðgera tað við vælvild. Brævið frá Bjarna til Hendrik, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hev­ur orð­að, fer at fáa ser­stak­liga góða við­gerð í mentanar­nevnd løgtingsins.
Soleiðis ber til at arbeiða í løgtinginum. Soleiðis virk­­ar valdsmisnýtsla eisini. Tú brýtur vanligar manna­gongdir, tá ið tú ikki vinnur, og trýstir tínar egnu hugsanir ígjøg­num við at misnýta tað vald, tú hevur fingið litið upp í hendur. Soleiðis gera tey valdssjúku, ið ikki kenna sær hógv og fara út um øll mørk.
Føroyska stavraðið er bara eitt málfrøðiligt mál. Tað er leyst av politikki, tíð­ar­bundnum hugskotum og hug­burði hjá fólki.
Stavraðið skal tí ikki verða viðgjørt á tingi. Tað er samtykt á tingi 12. mai 2012, at stavraðið skal ikki verða viðgjørt á tingi.
Men nú er tað kortini ting­mál, tí Sjúrur Skaale og Bjarni Djuurholm og Hen­drik Old ikki finna seg í, at málráðið ikki hevur somu áskoðan sum teir. Teir eru eirindaleysir í síni valds­mis­nýtslu.
Vald korrumperarar. Hesir fiflararnir hava sitið so leingi við valdinum, at teir halda seg kunna gera sum teimum lystir.
Tann 12. Mai 2012 samtykti løgtingið løtingslóg um málráð.
§ 1. Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skip­aður undir lands­stýr­in­um og í virksemi sín­um óheftur av politisku skip­an­ini.
§ 2. Málráðið hevur til enda­máls: 1) …2)… 3) at áseta føroyska stavseting
§ 5. Málráðið ger niður­støður í málspurningum.
Málráðið knæsetti stav­raðið í fjør. Hetta var grund­ar­lagið, sum alt annað máls­ligt arbeiði skuldi verða grundað á. Tað varð greitt og ruddiligt, tað beindi fyri ivaspurningum og staðfesti stavsetingar­loysnina, ið náms­frøðiliga er tann rættasta og tann ein­faldasta.

Lóg við klausuli á, hvat lógarsmiðirnir halda, at ráðið skal halda
Tað ber ikki til hjá tinginum at samtykkja eina lóg við einum klausuli sum hesum: “Vit, sum hava samtykt lóg­ina um málráð, halda, at málráðið skal gera sum vit halda. Vit halda, at danskt abc skal vera í gildi í Føroyum við føroyskum stavum uppií.“
Málráðið kom fakliga til aðra niðurstøðu og helt ikki tað sama sum tey, ið høvdu samtykt lógina. Fyri málráðið snúði tað tað seg um málfrøðiligar grund­gev­ingar. Einki annað. Tí varð ongantíð gáað um, at valds­havararnir ætlaðu at trýsta ráðið at koma til ávísa niður­støðu.
Men tað hevur verið ætl­anin.
Ber hetta til, so tek­ur løgtingið seinastu sikring­arnar úr okkara annars so illa tiltuskaða fólkaræði. Mørk eru eingi longur. Alt er flaknað. Alt ber til.
Ongar reglur virka. Treyt­in fyri at reglur rigga er, at tær verða virdar. Hjá okkum verða ongar reglur verða virdar, tí endar alt í kaos.

Stavraðið er grundar­lagið undir øllum Málráðsarbeiðinum
Fyri at kunna áseta føroyska stavseting var neyðugt at hava stavraðið greitt fyrst.
Formliga avgerðin um stavraðið varð tikin, tí hon er grundarlagið undir øllum arbeiðinum, Málráðið skal gera. Øllum.
Og nú tosa vit ikki um hiss­ini tíðarrák ella mein­ing­ar hjá einstaklingum, men eina ósvitaliga, eintýdda skip­an, sum tryggjar, at alt skrivligt samskifti á før­oysk­um heldur seg til somu reglur. Her skal einki ivamál vera. Tú sært somu stavseting í orðabókum, skúlabókum, lógar­tekstum, almennum skjølum o.sfr. Sama hvussu føroyskt rekur, sama hvør ávirkanin er á tað, og hvussu tað gevur seg, er stavraðið grundfest.
Tað eiga øll at fegnast um, tí tað er tað akkersfestið, ið krevst, so ikki alt fer á glið, sum alt annað tykist fara her á landi.
Nú, fimm dagar, áðrenn endalig avgerð verður tikin um seinastu nøvnini í nýggja atlasinum, kemur Hendrik Old, tingmaður, og sigur: Oku­r dáma ikki niðurstøðuna hjá Málráðnum, tí fara vit tingfólk at taka tykkum av ræði og atkvøða okkara meining ígjøgnum í ting­in­um, hóast tingið hevur sam­tykt og staðfest í lóg, at hetta ikki skal verða viðgjørt í tinginum.
Ber tað til?
Vit hava sæð nógv dømi um valdsmisnýtslu hesi árini, Kaj Leo hevur sitið í evsta embæti landsins. Valds­mis­nýtsla verður hild­in skák­mát við sterkum løg­manni. Føroyar hava ongan­tíð havt so veikan løgmann, og tað sæst eina best á tí valdsmisnýtslu, sum nú breið­ur seg sum krabbi í all­ari skipanini.
Ein og hvør kritlari slepp-ur at fremja síni lokabrøgd.
Reglur, ið ikki verða virdar, eru einki verdar.
Hvør kann garantera, at tað er í lagi, at reglurnar ikki verða hildnar? Løgmaður. Løgmansembætið, sum eigur at síggja til, at reglurnar verða hildnar, er nú vorðið embætið, ið tryggjar, at tað er í lagi, at reglur ikki verða hild­nar. So langt er tað kom­ið. Kritlararnir hava góðar dagar, tí teir vita, at eftirlit er einki við nøkrum longur. Hetta man vera tað næsta, vit kunnu koma einum skyn-demokratiskum anarkii.