Tann 1. apríl tók Eyðun Johannesen við sum leiklistarligur leiðari á Leikpalli Føroya, sum húsast í Gamla Meiarínum í Havn.
Tann 1. maj tók Jenny Petersen við sum fyrisitingarligur leiðari. Bæði hava royndir og palli í Føroyum og í útlondum. Felags fyri tey bæði er, at tey bæði hava starvast í útlondum og hava annars verið heima av og á.
Eyðun starvaðist eitt skifti fyrst í sjeytiárunum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hann var ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu í 1977. Síðani 1979 hevur hann mest starvast í Danmark og Noreg og Svøríki, og hevur havt viðrák.
Jenny hevur í 13 ár starvast innan sjónleik í Noreg. Eins og Eyðun hevur hon sjónleikarøtur sínar í Sjónleikarhúsinum.
Royndarstøð
Laura Joensen er forkvinna í nevndini fyri Leikpall Føroya. Hon metir starvsetanirnar sum eitt stórt stig á leiðini at fáa skipaði viðurskifti innan leik í Føroyum.
Hóast samd um, at spurningurin um Tjóðpall Føroya er nakað, ið eingin veruliga veit nakað um við vissu, so eru Laura, Eyðun og Jenny eisini samd um, at tey eru ávegis.
Tey meta tað, ið nú hendir, sum trilvandi royndir fram ímóti at seta á stovn tjóðpall.
Eyðun slær hetta fast við at mynda og samanbera virksemið og menningina á Meiarínum, við eina royndarstøð. Her skal finnast útav, hvussu eitt tjóðleikhús kann virka undir føroyskum umstøðum.
Tey leggja tó dent á, at enn er alt ógreitt viðvíkjandi tjóðpallinum. Hvar hann skal vera veit eingin. Munurin millum Leikpall Føroya og tjóðpall er, at tjóðpallur verður almennur stovnur. Í løtuni er Leikpallur Føroya ein fyritøka, ið fær almennan stuðul og sum arbeiðir í projektum.
Eyðun vísir á, at eingin teaturlóg er í Føroyum. Men arbeitt verður við at gera lóg um leiklist og tónlist, og ímeðan eru fólkini á Meiarínum spakuliga farin í gongd.
Økt játtan
Nýggju størvini er ein avleiðing av, at játtanin til Leikpallin er økt úr 1,7 millión til 2 milliónir. Hetta verður so nýtt til nýggju størvini, ið vónini um menning og virksemi.
Eyðun er settur í starv í 2 ár og Jenny í eitt ár. Jenny hevur sagt seg úr fasta starvinum í Noreg og Eyðun hevur sagt nei til uppgávur í Danmark. Tó hevur hann tryggjað sær, at hann hevur rúmd til at seta upp leikir aðrastaðni, umframt nýggja stav sítt. Hann skal m.a. seta upp leik á Kgl. leikhúsinum í Keypmannanhavn.
Á Meiarínum vænta tey ikki, at gongdin innan sjónleikin kann skaða eittnú áhugaleikin. Heldur hinvegin. Og kemur Tjóðleikhús, so skal hetta virka sum orkumiðstøð, ið fólk uttanfyri eisini fáa gleði av.
Ovast á breddanum hjá nýggju leiðarunum er at fáa til vega føroyskar leikir.
Í løtuni er ein leikritakapping, har freistin at lata inn er 15. august í ár.
Eyðun Johannesen fegnast um, at Tórshavnar Kommuna hevur latið Meiaríið til leik og heldur nýggju menningina innan leik samsvara við nýggja mentanarálitið hjá Tórshavnar Býráð, har nevnd verður Tórsgøta sum livandi gøta, har caféir og annað longu er.
Eyðun vónar at fáa eitt livandi mentanarhús í Miðbýnum.