Eitt stak friðarligt samdøgur hjá løgregluni

Nøkur fingu ikki náttarfrið og tveir mans fóru at skeldast og tan endaði við at teir fingu bót

Eftir veitsluhaldið annað jólakvøld hevur tað verið meiri friðarligt, og hetta seinasta samdøgurið hevur eisini verið stak friðarligt hjá løgregluni.

 

Men tað er altíð okkurt og í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at tveir mans vóru um at fara til hendurs á einum skeinkistaði í Havn. Tá ið løgreglan kom á staðið fingu tey menningar at sissa seg. Men tá ið teir vóru kannaðir, fann løgreglan smáar nøgdir av rúsevnunum uppi á báðum tveimum, so nú eru teir skuldsettir fyri tað.

 

Í tveimum førum varð ringt til løgregluna at boða frá, at fólk fingu ikki náttarfrið. Í tí eina førinum spældi onkur so harðan tónleik, at grannarnir fingu ikki blund í eyguni, so tey vórðu biðin um at dempa.

 

Í hindum føri stóð ein hundur úti í goyði uttan fyri ein bústað í nátt so grannarnir fingu ikki sovið. Løgreglan sigur, at eigarin hevði koyrt hundin út fyrr um kvøldið, men var sovnaður frá honum, men hann fekst so undir tak eisini og so var eisini friður av tí.