Á niðaru hæddini í høvuðsbygninginum hjá Klaksvíkar Timburhandli finnur tú ein krambakall við einum lítlum blaðstjóra í búkinum. Faktiskt hevur hann alt møguligt í búkinum, ein teknara, ein yrkjara, ein sangara, ein plátuvendara og ein provokatør fyri nú at taka burturúr rúgvuni.
Men aftur til blaðstjóran. Í desember í fjør sást á fyrsta sinni eitt føroyskt mannfólkablað á blaðsøluhillunum. Blaðið kallaðist "Ð". Handan útgávuna stóð Jógvan á Høvdanum yngri, sum er áðurnevndi krambakallurin. Síðan tá er "Ð" nummar tvey komið á gøtuna, og "Ð" nummar trý liggur til prentingar.
Dygdin á blaðnum sum heild er upp til eyguni, sum síggja, men uttan mun til hvørjum eygum man hyggur úr, so er blaðið nakað fyri seg. Og tað er maðurin aftan fyri blaðið sum so eisini.
Langt úti
Jógvan á Høvdanum var teknarin og høvundurin handan teknirøðirnar "Totalt langt úti", sum eitt tíðarskeið vórðu prentaðar í ungdómsílegginum hjá Dimmalætting hvønn mikudag. Hetta tíðarskeið endaði sambært Jógvani brátt, tá Dimmalætting mátti blaka eina heila prentaða útgávu av ungdómsílegginum í skrell, tí tekning hansara í blaðnum vísti seg at vera ov grov.
Teknirøðirnar vóru bæði langt úti og langt frá vanligari tankagongd, men áhugin fyri teimum var rættiliga stórur, og tær skaptu manninum við blýantinum í hondini eitt navn.
Á føroysku bókasøvnunum stendur higartil eitt einsamalt verk eftir Jógvan á Høvdanum yngra, nevniliga ein útgáva av teknirøðunum "Langt úti". Ein útgáva, sum sambært høvundanum ikki gekk so væl og sum neyvan verður endurtikin.
Blýantin hevur Jógvan á Høvdanum tó ikki gravað niður, heldur tvørturímóti, tí í vetur hevur hann sum kvøldskúlalærari undirvíst klaksvíkingum í at tekna. Og í framtíðini ætlar hann at sita hinumegin lærarapultin sum næmingur á einum tekniskúla uttanlands.
Ginusøgur gera fólk løgin
Ímeðan vit saman traðka inn á eina av grillbarrunum í Føroya næststørsta býi, ljóða tónar frá teimum báðum ungu russisku gentunum, sum saman ganga undir heitinum T.A.T.U. Tær eru blivnar víðagitnar um alt Europa ikki bara fyri tónleikin, men serliga fyri teirra videoløg og pallframførslur, har tær báðar eru frekt ílætnar og dúgliga mussast og kelast. Spurningurin er, um tær yvirhøvur høvdu fingið loyvi at framført í Føroyum, og um videoløg teirra av røttum áttu at verið sensurerað, áðrenn tey vórðu sýnd í Føroyum.
Tí Føroyar eru eitt land, har ein sjónleikur sum Ginusøgur kann fáa fólk heilt inn um tinggátt at uppføra seg løgið, og har tað er ein samfelagstrupul-leiki, at Canal+ sendir filmar, sum ikki eru hóskandi fyri børn. Tað heldur Jógvan á Høvdanum vera ov langt úti, og tí er hann einsamallur farin undir eitt stríð til frama fyri einum nýggjum frælsari Føroyum við færri avmarkingum og minni sensuri. Við blaðnum "Ð", har avmyndaðar hálv- og heilnaknar føroyskar gentur prýða síðurnar, og greinar um konufólk og sex eru høvuðsinnihald, roynir hann at trýsta mørkini fyri, hvat man kann og ikki kann loyva sær at vísa og skriva í einum føroyskum fjølmiðli.
Sensururin hongur ikki saman
Orsøkin til, at stríðsvøllurin bleiv júst markið fyri, hvussu nógva nakna húð man kann vísa alment, uttan at fáa lógarinnar langa arm eftir sær, er sambært Jógvani á Høvdanum, at hetta er eitt øki, sum serliga týðuliga vísir, hvussu serføroyskar avmarkingar raka tilvildarliga og stundum býttisliga.
- Tað er til dømis ikki loyvt føroyskum bløðum at vísa dintlar og tað, sum verri er. Men eg fái tað ikki at samsvara við, hvat donsk bløð, ið verða seld í Føroyum, gera, uttan at tað fær avleiðingar. Og hinvegin, so bleiv Playboy tikið av hillunum á sinni. Men hví er Playboy so nógv verri enn Se & Hør? Har er okkurt sum ikki hongur heilt saman, og tað er heilt vanligt í føroyska sensurpolitikkinum, sigur Jógvan á Høvdanum.
Hví er tað so umráðandi at sleppa at síggja føroyskar dintlar í føroyskum bløðum? Kanst tú ikki klára teg við donskum dintlum í donskum bløðum?
- Nei, eg haldi, at føroyingar seta sær sjálvum og hvørjum øðrum alt ov nógv mørk. Nógv av teimum mørkunum áttu at verið brotin, fyri at gera Føroyar eitt frælsari stað at liva í. Tað eru so nógv býtt og ógrundað forboð í hesum landinum sum tykjast at raka heldur tilvildarliga. Fyri stuttum sá eg eina sending um ginusnið í Sjónvarp Føroya. Um tað ikki var porno, so veit eg ikki hvat er. Tað var veruliga grovt tilfar, men tað er opinbart í lagi, tí tað letur til, at als eingi mørk eru fyri hvat júst Sjónvarpi Føroya kann senda. So tað er alt eitt sindur løgið í Føroyum hasum viðvíkjandi.
Hvat vilt tú við øllum hesum stríðinum?
- Eg vænti, at eg kann fáa føroyingar til at síggja øðrvísi uppá sensur. At síggja hvussu óneyðugur sensurur í nógvum førum er við til at gera okkum ólíka fyri lógini. Tí hvat er sensurur í Føroyum. Televarpið má sensurera filmar við pornografiskum innihaldi, men um eg keypi eina parabol, síggi eg filmarnar kortini. Hvat er so meiningin við sensurinum.
Er sensurur eftir tínum tykki bara av tí ónda?
- Nei, sensurur hevur sítt pláss. Sensurur er neyðugur, tí har skal vera mark fyri øllum. Men markið fyri hvat verður góðtikið í Føroyum eigur bara flytast nakað nógv longur fram.
Hvussu ber tað til at tú ert farin so langt sum at geva eitt heilt blað út regluliga. Er tað ikki eitt lítið sindur ógvusligt?
- Tað er fyri so vítt eingin grund til at eg gevi blaðið út onnur enn tann, at blaðið er øðrvísi enn hini bløðini. "Ð" er ein markbrótari. Og so er tað eisini stuttligt at gera eitt blað. Tað er stuttligt at koyra fólk fram í ljósið upp á mín egna máta, og eg royni at hjálpa teimum fram, sum kanska ikki hava so lætt við at sleppa í aðrar fjølmiðlar.
Blívur tú ríkur av tí?
- Nei, eingin blívur ríkur av at geva eitt øðrvísi blað út í Føroyum, ávarar Jógvan á Høvdanum og leggur stillisliga afturat, at í ringasta føri kann man blíva fátækur av tí.
Sjálvur er hann hvørki blivin ríkur ella fátækur enn. Blaðsølan hevur akkurát megnað at gjalda fyri prentingina. Arbeiðslønin hevur verið frísk luft og tveytúsund krónur.
Tað hevur fingið Jógvan á Høvdanum at taka eina prinsippiella avgerð.
- At vera blaðútgevari er ikki nakað fyri meg. Tað verður ikki tann leiðin, eg fari at velja. Tað er eitt ógvuliga hart arbeiði, somikið havi eg lært.
Floyalshandskarnir lagdir
Í løtuni liggur triðja útgávan av "Ð" klár til prentingar. Í komandi blað hevur Jógvan á Høvdanum tikið floyalshandskarnar av og ætlar sær rættiliga at bjóða føroyska sensurinum av.
- Higartil havi eg ansað rættiliga væl eftir. Genturnar í blaðnum hava ikki víst heilt ber bróst ella nakað meira ónærisligt enn tað. Men næstu ferð verður tað ikki so óskyldugt. Tá verður ikki spart upp á nakað, ávarar Jógvan á Høvdanum við einum sindri av spenningi í røddini.
Higartil ósvaraði spurningurin er, hvat fer at henda, tá blaðið kemur út. Tí í prinsippinum er slíkt ikki loyvt í Føroyum. Sjálvur væntar Jógvan á Høvdanum ikki, at tað stóra fer at henda, annað enn at eitt mark verður flutt eitt petti. Men hann hevur eisini hugsað møguligu ringastu støðuna ígjøgnum.
- Tað ringasta sum kann henda er, at blaðið verður tikið av hillunum. Tað kann gerast ein rættiliga stórur peningaligur smeitur, tí tað kostar óhugnaliga nógv at prenta eitt tílíkt blað. Men um teir taka mítt blað av hillunum, so fari eg víðari. Tá havi eg veruliga nakað at berjast fyri. So skal alt ruddast vekk, tí lógin eigur at vera líka fyri øll, eisini í blaðheiminum. Tá skulu bløð sum "M" og "Se & Hør" eisini av hillunum Og so vænti eg, at útgevararnir av teimum bløðunum blíva svakir og at nógvir føroyskir lesarar eisini blíva rættiliga ónøgdir, sigur Jógvan á Høvdanum yngri, og harvið hevur hann bjóða av til eitt stríð um mørk.