Fyrrapartin týsdagin fer Løgtingið at viðgera uppskotið hjá Edmundi Joensen um at skipa Føroyar sum eitt valdømi Løgtingsfundur verður fyrrapartin týsdagin. Á skránni eru trý mál, og mest umrødda málið, sum fer at verða viðgjørt í morgin, er uppskotið hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni, um at broyta løgtingsvallógina soleiðis, at landið í staðin fyri sjey valdømi verður skipað í eitt valdømi, og at tingmannatalið verður 31 í staðin fyri í minsta lagið 27 og í mesta lagið 32, sum tað nú er.
Tingfundurin í morgin verður klokkan 9.30, og málið um broytingar í vallógini verður eftir 1. viðgerð beint rættarnevndini at viðgera.
Síðani málið varð lagt á tingborð er semja gjørd millum formenninar í samgonguflokkunum um, at vallógin skal broytast. Hjá teimum er ætlanin, at landið skal skipast í eitt valdømi eftir løgtingsvalið, sum í seinasta lagið verður 19. januar 2008. Nú beinanvegin skal sambært hesi semjuni galdandi lóg broytast soleiðis, at tingmannatalið verður 33. Ein valdømisvaldur tingmaður skal veljast afturat teimum átta, sum Suðurstreymoy hevur nú. Uppskotið leggur eisini upp til, at tinggáttin verður 4,0 prosent og ikki 1/27 ella 3,7 prosent, sum hon nú er tað.
Fleiri samgongutingmenn hava boðað frá, at teir fara ikki at taka undir við uppskotinum hjá floksformonnunum, og at teir heldur fara at atkvøða fyri Føroyum sum einum valdømi.