Eitt verkfalsstýri

Oddagrein

 

Ommur og abbar hava rættiliga staðið sína roynd seinastu 14 dagarnar. Vinfólk og arbeiðsfelagar hava tikið eina hond í, so alt hevur kunnað lagað seg sum frægast. Tá á stendur, finna vit sum oftast eina ella aðra loysn. Uttan partarnir í sáttmálatrætuni, sum í 14 dagar hava latið allar dagstovnar spart streym og hita. Og sum hava latið nøkur tænastufólk á bústovnum arbeitt dag og nátt.


Nú høvdu tey flestu roknað við at partarnir vóru so mikið at sær komnir, at teir funnu eina loysn. Men gakk. Tvídráttur hevur verið síðani í vár, tá landsins stýrið, sum hevði lagt ansingarøkið út til kommunurnar at umsita, ikki hevði gjørt greitt, hvønn Pedagogfelagið skuldi samráðast við. Tá hesin spurningur var greiddur, tók nýggjur tvídráttur seg upp um útrokningargrundarlagið.


Sjálvandi skal hetta koma upp á pláss, og sjálvandi ber eisini til at vera ósamdur um smálutir. Um tað stóð í botni um krónur og oyru, so var tað at skilja. Men tað ger tað ikki. Sambært tí, sum er frætt frá samráðingunum, eru partarnir samdir um lønarhækkingina. Hitt útrokningarlagið ? máttu nøkur fakfólk ? búskaparfrøðingar, grannskoðarar ella løgfrøðingar ? kunna funnið út av. Og so kundi lønin verið regulerað aftaná.


At steðgur skuldi koma í aftur í vikuskiftinum, tykist ábyrgdarleyst. Hóast landsstýrismaðurin segði, at ein føðingardagur var atvoldin til, at samráðingarnar ikki hildu fram, fáa vit okkum ikki at trúgva tí. Har má okkurt annað liggja í buktini sum hevur við samráðingarsnildi ella ? førleika at gera.


Ongantíð í nýggjari søgu okkara, hava vit havt so nógv verkføll sum seinastu trý árini. Í dag so galið, at vit kunnu ikki siga, at vit hava ein stabilan arbeiðsmarknað. Víst skuldu fakfeløgini vinna nakað innaftur, sum føroyski løntakarin hevði mist í kreppuni, men nógv av verkføllunum hava snúð um smálutir.


Fyri hálvum triðja ári síðani var nærum allur almenni arbeiðsmarknaðurin í verkfalli í fleiri vikur. Seinri fóru lærarar í verkfall fyri fyrstu ferð í søguni. Men tað mest skilaleysa var hóast alt lønartrætan um yvirmenninar á vaktarskipinum Brimli, sum bar í sær, at eitt skip fyri 90 milliónir lá svínabundið við norska bryggju í 5 mánaðar. Og Guð hjálpi okkum, um tað sama ikki endurtók seg, tá strandfaraskipaið Teistin skuldi fara í sigling. Heldur ikki tá megnaði Fíggjarmálastýrið at finna eina loysn. Um dagarnar søgdu 18 sjúkrasystrar upp á Landssjúkrahúsinum, tí nú orka tær ikki meira. Og í dag fer pedagogverkfallið inn í sína triðju viku. Tað skerst ikki burtur, at landsins stýri hevur taklað almenna arbeiðsmarknaðin ? lønir og sáttmálaviðurskifti ? stak illa. So illa, at summi nú kalla landsins stýrið fyri »streikustýrið«!