Soleiðis vaks upp ein forstaður fyri og annar eftir í skógarlendinum kring Eystur-Helsinki. Hetta skifti frá tí virkna bygdarlívinum til tað atgerðarleysa býarlívið gjørdist trupult ikki minst hjá teim ungu.
Fyri m.a. at bøta um hesi viðurskifti bleiv í býarpartinum Roihuvuori stig tikið til at fáa í lag ein tónleikastovn, sum undir heitinum Itä-Helsingin Musiikkiopusto, t.e. Eystur-Helsinki Tónleikasetur, lat upp í 1965. Rektari fram til 1984 var kenda tónaskaldið Ahti Sonninen - eisini professari við Sibelius Akademiið, haðan hann kundi velja sær bestu lærarakreftir til nýggja tónlistarskúlan. Leiðarorð skúlans vóru: Øll børn hava gávur, og tónleikur hevur nakað at geva øllum.
Í 1971 komu ungarsku brøðurnir Géza og Csaba Szilvay til Finnlands. Báðir komu til at undirvísa á hesum nýggja tónleikasetri - Géza í fiólspæli og Csaba á cello -, og tað fekk avgerandi týdning fyri menningina av stovninum. Hetta var ein tíð, tá “jarnteppið” gjørdi tað trupult at flyta millum lond í Eystureuropa, og brøðurnir Szilvay vóru í støðugum vanda fyri at verða kravdir heimaftur til Ungarns. Men so væl umtóktir vóru teir í finska tónlistarheiminum, at sjálvur forsetin Urho Kekkonen tók stig til at veita teimum varandi uppihaldsloyvi.
Tað, sum serliga hevur gjørt Szilvay-navnið kent millum tónleikauppalarar um allan heim, er teirra serstaki frálæruháttur. Ì hesari frálæru verður dentur lagdur á at fremja førleikan hjá barninum at hoyra teir tónar fyri sær, sum tað sær sum nótaskrift á pappírinum, og somuleiðis at síggja nótamyndina fyri sær av tí, sum tað hoyrir. Fyri at gera tað sjónliga enn greiðari eru litir lagdir á nótar og streingir – harav frálærunavnið “Colourstrings”, á føriskum “Litir í Leiki”.
Umframt at børnini soleiðis frá fyrstu byrjan læra seg nótar og at spæla frá blaðnum verður eisini nógv gjørt burturúr, at børnini eisini spæla uttanat og at tey verða vand til at improvisera.
Finnlendingar høvdu frammanundan ríka siðvenju til strokspæl; men hesin nýggi frálæruháttur vakti slíkan ans, at almenna finska sjónvarpið í 1979 á sínari Rás1 hevði eina sendirøð frá hesum strúkaraskúla kallað “Viuluviikarit Musiikkimaassa”, sum merkir “Smábarnastrúkarar í Tónleikalandi”, har frálæran varð lýst stig fyri stig.
Hendan sendirøð gjørdist ómetaliga væl umtókt bæði hjá børnum og tilkomnum og vakti í Finnlandi eitt satt strúkara “boom”. Ljóðførishandlar tømdust fyri smábarnafiólir, og bíðirøð vóru til smábarnaundirvísing í fiólspæli á tónleikaskúlum víða um landið.
Sum rektari á Eystur-Helsinki Tónleikasetri frá 1984 hevur Géza Szilvay støðugt víðkað um og virkað til eina kvalitativa hækking. Fyrrverandi næmingar skúlans eru nú professorar og navnframir solistar bæði í heimlandinum og úti í stóru verð. Men tað gleðiligasta stigið fyri Szilvay mundi vera tað samarbeiði, sum í 1999 fekst í lag millum tónleikastovn hansara og ein vanligan fólkaskúla har á staðnum. Tónleikur hevur har vunnið sær status á hædd við aðrar lærugreinir, og børnini kunnu ómødd og væl útborin syngja og spæla frá fyrraparti á degi. Hetta virkar, sum ávísast kann, til meira opinleika og næmi í hinum greinum og fremur eisini sosiala samveru. Um enn tónlistarmaður av lív og sál er tað tó hetta menniskjaliga aspektið, sum fyri G. Szilvay telur mest.
Nú hetta samarbeiði hevur ført til eina fullkomna samanrenning, har tónleikur er vorðin dagligur tilverupartur hjá fólkaskúlabørnini, og har skúlahallir ljóma av tónleiki frá árla á morgni til síðla á kvøldið, kann Géza Szilvay, nú hesin serstaki skúli hevur 10 ár á baki, við nøgd og takksemi um væleydnað lívsverk leggja ábyrgdina frá sær. Tó er tað ikki óhugsandi, at hann framvegis verður at síggja á leiðarapalli framman fyri navnframa flaggskipi skúlans Helsinki Ungdomsstråkare, sum nú við enn meira status ber heitið The Helsinki Strings.
Við hesum orkestri hava brøðurnir Szilvay vunnið sær sjálvum navn og nýggja heimlandinum Finnlandi heiður kring allan knøttin. Jú, ferðin hevur gingið víða: Svøríki, Danmark Norra, Førjar, Ongland. Írland, Týskland, Estland, Letland, Eysturríki, Sveits, Holland, Belgia, Frakland, Italia, Russland, Korea, Kina, Hongkong, Japan, Taivan, Kanada og USA.
Tað kann virka heldur uppgjørt hjá okkum at endurtaka tað, men meira enn einaferð hava tey váttað, at millum allar hesar ferðir hevur ongin vitjan hugtikið tey meira enn ferðin til Føroya í 1987. Lat okkum vóna, at tey verða ikki vónsvikin, nú hetta heimsgitna strúkaralið vitjar okkum aftur í aðru viku.
Fyrireikararnir