FSF-forsetin helt eina formansfrágreiðing á aðalfundinum hjá FSF á Hotel Hafnia fyrr í dag. Í røðuni, sum vardi 26 minuttir kundi Christian Andreasen, FSF-forseti hyggja aftur á eitt virkið ár hjá FSF.
FSF er væl konsoliderað fíggjarliga, og næsta stóra takið er at fáa nýggja FSF-húsið í sunnara endanum á Tórsvølli liðugt. FSF hevur 10 starvsfólk, umframt tvey starvsfólk, sum eru í fyribils starvi fram til summarið. Útbúgvingar og skeiðvirksemi er eisini eitt ógvuliga umfatandi virksemi hjá FSF.
FSF-forsetin helt, at tað gekk væl at avgreiða landskappingarnar í 2013. Um A-landsliðið segði hann, at spælið var gott, undantikið í 0-6 tapinum ímóti Eysturríki á útivølli, men tíverri rakk tað bara til tað eina stigið ímóti Kasakstan.
Við at trýsta á hesa YouTube leinkjuna ber tað til at síggja og hoyra ársfrágreiðingina hjá Christiani Andreasen: http://www.youtube.com/watch?v=yTkXMLnUBAI