Eitur nýggi formaðurin í Sosialdemokratiet Eidesgaard?

At danskir politikarar altíð hava kent trongd til at til at leggja seg út í bæði føroyskan og grønlendskan politik er einki nýtt. Tað er heldur einki nýtt, at teir hava lagt seg út í bæði føroyskt og grønlendskt valstríð - síðsta grønlendska valstríðið var einki eindømi.

Men eindømi er tað, at føroyskir politikkarar blanda seg uppí grønlendskt valstríð. Hetta hendi nú formaðurin í føroysku deildini av Sosialdemokratiet, beinleiðis legði seg út í grønlendska valstríðið, sjálvan valdagin.
Eftir at hava hugsa meg um eina løtu, spurdi eg meg sjálvan, um Jóannes Eidesgaard kanska var vorðin valdur til formann í Sosialdemokratiet??? Tankar mínir leitaðu aftur til einaferð í 70-árini, tá hesin imperialistiski flokkur var, sum ikki einaferð, í leiðarakreppu, og onkur til stuttleikar hevði skotið upp at biða Atla Dam taka um endan.
Danski flokkurin Vinstri legði seg eisini uppí grønlendska valstríðið, og bjóðaði seg til at fáa Grønland aftur upp í ES. Sosialdemokratiet hevur sum er ongan formann, og sjálvandi vildu hesir imperialistar ikki vera verri fyri enn Vinstri, so tað næsta vit síggja er grein frá formanninum í deildini í Føroyum.
Tað er gott at seta sær høg mál. Jóannes hevur nú í eini 10 ár droymt um at gerðast føroya løgmaður, men nú hesar vónir tykjast at fjarða burtur, sær tað út, sum at hann í staðin hevur latið seg lokkað at skriva hesa niðurgerðandi grein um landsmenn sínar, við tí vón kanska at gerast formaður í móðurflokkinum - ja kansta forsætisráðharri. Grønlendingar hava eina meira virðiliga viðferð uppiborna, enn hesa frá sosial- demokratiet og formanninum í føroysku deildini.
Jú harra forsætisráðharri. (Javel, hr. minister) Livst so spyrst.