Eivør eisini á pallin

Umframt 200, stóð á døgurða í dag greitt, at eisini Eivør Pálsdóttir verður at síggja og hoyra á Roskilde-Festivalinum

tónleikur

Tá endaligi listin varð kunngjørdur beint fyri evstamark okkara, sást, at 200 ikki vóru einasta føroyska navnið á listanum.
Eivør Pálsdóttir, sum í løtuni er í ferð við sítt danska gjøgnumbrot, er nevnliga eisini millum nøvnini, sum fara á pall í Roskilde. Eivør verður at síggja og hoyra á einum sonevndum lounge-palli á stóra danska festivalinum.