Eivør er nakað serligt

? Talentið og teknikkurin hjá Eivør Pálsdóttir er framúr, sigur dirigenturin hjá Danmarks Radio Big Band, sum væntar sær nógv av útgávuni við føroysku songkvinnuni

Danmarks Radio Big Band væntar sær nógv av útgávuni, sum kenda danska orkestrið ger saman við Eivør Pálsdóttir.
Samstarvið byrjaði í fjør, tá ið Eivør var í studio saman við DR Big Band. Ætlanin var, at hon skuldi syngja tveir sangir inn, men danska orkestrið var so hugtikið av føroysku songkvinnuni, at upprunliga upptøkurnar vórðu ikki brúktar, tí orkestrið vildi heldur sleppa at gera eina heila fløgu saman við henni.
Í januar mánaði var Eivør í studio saman við DR Big Band, og har var tónleikurin til nýggju fløguna spældur inn.
? Talentið og teknikkurin hjá Eivør Pálsdóttir er framúr. Úrslitið er nakað heilt fyri seg og hevur tikið allar luttakararnar í hesum projektinum við stormi, sigur Nikolaj Bentzon, sum er dirigentur og framleiðari hjá Danmarks Radio Big Band.

Komandi klassikari
Sangirnir, sum Eivør hevur spælt inn saman við danska orkestrinum, eru sangir hjá Eivør og tulkingar av sangum hjá øðrum. Peter Jensen og Jesper Riis hava lagt tónleikin til rættis fyri big band, men Eivør verður framvegis í miðdeplinum við síni frálíku rødd.
? Eivør hevur ein serstakt listarligt úttrykk, sum kanska byrjar og endar við Føroyum, men sum harímillum avdúkar nógvar aðrar eginleikar og ávirkanir. Tað gevur samanlagt ein solist við sterkum, hugtakandi og upprunaligum eyðkenni, sigur Nikolaj Bentzon.
? Vit kenna á okkum, at vit hava gjørt ein komandi klassikarar, sigur hann um útgávuna, sum kemur út seinni í ár.

Eisini konsertir
Umframt útgávuna skulu Eivør Pálsdóttir og Danmarks Radio Big Band eisini hava konsertir saman ? bæði í Danmark og í øðrum londum.
Konsertirnar verða í tveimum umførum í ár. Í mars mánaði verða konsertir ymsastaðni í Danmark, og í heyst spæla tey í Danmark og øðrum londum.
Fyrsta konsertin verður 18. mars í mentanarhúsnum Gimle í g Føllenslev. Síðani verða konsertir í Næstved, Copenhage Jazzhouse, Hallkær Kro og í Aalborg.