Eivør er partur av býarmyndini í Keypmannahavn

Nú konsertin hjá Eivør í Tivoli nærkast, er andlitið hjá Eivør at síggja í donskum miðlum, men eisini í býarmyndini er Eivør vorðin sjónlig.

Á SAS Radisson hotellinum beint yvir av Palads biografinum í Keypmannahavn hongur ein risastór plakat av Eivør. Plakatin er <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;100 m2&quot;$?$end$!$100 m2</st1:metricconverter$?$end$!$ 10 metur høg og 10 metur breið. <BR>Umframt plakatir sum hesa eru lýsingar við Eivør at síggja í donsku bløðunum.
Talan verður uttan iva um eina serliga konsert, har Eivør við sama bólki, ið hon nýtti á Kvinnukonsertunum í januar og í fjør, umframt eini strúkarakvartett fer at tolka sína fjøllbroyttu songskrá.