Eivør framførir í Hawaii

Í hesum døgum ferðast føroyska Eivør Pállsdóttir runt í Hawaii, har hon millum annað skal framføra við ymsum lokalum tónleikarum. Eivør hevur seinastu árini verið í tættum samstarvið við eysturríkska Villu Veski, og tað er orsaka av hesum samstarvið at Eivør nú skal framføra í Hawaii fyri aðru ferð. Fyri okkurt um fýra árum síðani vóru Eivør og Villu eisini í Hawaii, og tað er sama leið tey leggja hesu ferð. Ætlanin er at framføra tríggjar ferðir, og verður tað somu støð ið tey vitjaðu fyri fýra árum síðani.

Eivør og Villu búgva í einari hyttu í Hawaii, og hóast tey bert skulu framføra tíggjar ferðir, so steðga tey á í Hawaii í heilar 10 dagar. Orsøkin til hetta er at Eivør hevur ætlanir um at fáa nýggja inspiratión frá sínum samstarvsfelaga, og ikki minst frá tí vakra umhvørvinum í Hawaii, og vónandi verður okkurt nýtt tilfar at sýna fram, tá Eivør aftur leitar sær heim til klettarnar.