Hóast Eivør Pálsdóttir fyrst og fremst er kend fyri tónleikin, hevur hon altíð málað, og nú korona er vorðin partur av gerandisdegnum, hevur hon brúkt nógv av tíð síni saman við løriftinum. Nýliga avgjørdi hon at gera nøkur serprent av tveimum av hennara nýggju mánlingum, ið bera heitið »Ravnur í toku« og tey fáast til keyps á heimasíðu hennara.
– Eg havi altíð málað, ja líka síðan eg var heilt ung, sigur Eivør Pálsdóttir.
– Júst sum tónleikurin í mínum lívi, so hava pensilin og løritið eisini verið míni amboð. Vit hesum havi eg sagt frá mínum hugaheimi og kenslum. Í tíðarskeiðum tá eg skrivi nýggjan tónleik, er tað ofta soleiðis, at eg flyti meg yvir á løritið, um eg kenni meg fastlæsta í onkrum. Og umvent. Tað kann ofta opna upp fyri nýggjum tankum og sjónarhornum, So man kann siga at málningalistin og tónleikurin ganga hond í hond, sigur Eivør Pálsdóttir.
– Eg havi tó hildið lágan profil viðvíkjandi málningalistini í mong ár, og orsøkin er, at konsertferðir hava fylt meira og meira. Men nú, tá korona bleiv ein partur av gerandisdegnum, havi eg brúkt nógva tíð saman við løritinum. Nýliga avgjørdi eg at gera nøkur serprent av tveimum av mínum nýggju mánlingum, ið bera heitið “Ravnur í toku", greiðir hon frá.
– Tokan tykist ofta at snýkja seg inn í tað eg fáist við, bæði í tónleikin og í málningarnar. Hesir eg nú havi málað, bera brá av, at flúgva óttaleysur ígjøgnum óvissuna, sigur hon.
Serprentini fáast til keyps á heimasíðu hennara í avmarkaði nøgd, og eru talmerkt og signerað.