Festivalurin Midem 2004 er við at enda í Cannes í Fraklandi. Har hittast fólk úr tónleikavinnuni og Tutl hevur onkutíð verið við.
Í ár tóku 9 íslendsk plátufeløg lut, eisini 12 Tónar, ið hevur givið út fløguna ?Krákan? við Eivør Pálsdóttir. Felagið tók lut mest fyri at føra fram fløguna hjá Eivør.
Og væl hevur gingist. Mong stór plátufeløg kring allan heim eru áhugaði í at gera sáttmála við 12 Tónar og Eivør og geva úr ?Krákuna?.Næstu vikurnar fara umboð fyri 12 Tónar saman við løgfrøðingum at hyggja nærri at tilboðunum, men longu nú sigst, at fleiri teirra eru sera lokkandi.
Jens Guð, íslendskur tónleikaserkønur og Føroyavinur, heldur vera víst, at innan 2004 er av, verður ?Krákan? at síggja altjóða marknaðinum ? útgivið av einum altjóða plátufelag. Og hann metir somuleiðis, at innan tvey ár tosa altjóða tónleikafjølmiðlar um Eivør um somu tíð og á sama hátt, sum Bjørk. Tær tvær stóru stjørnurnar ?from the cold seas?.
Bíðaði bara
Sjálv er Eivør á Havaii, og veit helst lítið ella einki um góðu tíðindini. Sosialurin royndi at fáa fatur á Eivør fyri at bera henni góðu tíðindini, men samband var ikki við fartelefonina.
Men ístaðin fingu vit fatur á Sigvør Laksá, ið er umboðskvinna hjá Eivør.
- Eg havi ikki tosað við Lárus Jóhannesson frá 12 Tónar enn, so eg veit so lítið at siga. Og Eivør hevur helst sløkt telefonina, nú hon er á Havaii, og veit kanska einki um alt hetta, sigur Sigvør Laksá.
Tó sigur hon, at hon hevur bara bíðað, til onkur á altjóða pallinum fekk eyguni upp fyri Eivør.
- Hetta kemur ikki so óvart á meg, men tað kemur kanska meira óvart á Eivør sjálva, metir Sigvør, sum tó var í samband við Lárus Jóhannesson frá 12 Tónar fyrr í vikuni, men tá visti hann ikki so nógv at siga frá.
Eivør verður aftur tann 6. februar og hon hevur nokk at taka sær til. Tá er undirvísing á skránni í Norðurlandahúsinum. Eivør ger eisini tónleik til ein íslendskan sjónleik, umframt at annað eisini er á skránni. Ætlandi skal hon vera við til allar framførslurnar av leikhum, men um tað letur seg gera er ein annar spurningur, sigur Sigvør Laksá.
Fyrispurningar eru eisini komnir frá festivalum, t.d. úr Nibe. Og úr Finnalndi og londum har á leið er áhugi eisini vístur, so nokk er at síggja til hjá Eivør, sum helst ikki sleppur at liggja á løtu síðuni, tá hon kemur heim aftur av sóloyggjunum handan hav. Her er ikki sól og hiti enn, men ístaðin tykist eydnusólin smíla til Eivør og fer tað helst eisini at merkjast, tá hon vendur heimaftur.