Leygarkvøldið heldur Eivør Pálsdóttir konsert í Norðurlandahúsinum. Eftir konsertina verður myndlistaframsýning við málningum, ið Eivør hevur málað. Á pallinum saman við Eivør verða, Benjamin Petersen, guitar, Mikael Blak, bass og trummur/slagverk spælir finski Abdissa ?Mamba? Assefa. Eivør hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við einari nýggjari orkestur samanseting og við nýggjum programmi, og hon er nú afturkomin av væleydnaðari rundferð í Íslandi, har fyrstu konsertirnar við nýggjum programmi vóru hildnar. Programmið er partvís samansett av tónleiki, ið er av fyrru fløgunum hjá Eivør, men inniheldur eisini nøkur nýggj løg. Nýggju løgini vóru sera væl móttikin av íslendsku áhoyrarum. Nú fáa føroyingar ein forsmakk upp á, hvat ein komandi fløga fer at bjóða og spennandi verður at síggja, hvussu nýggju løgini verða móttikin her.
Hendan konsertin verður væntandi einasta konsertin í Føroyum fyribils. Millum annað er Eivør burturstødd á konsertferð, meðan allir teir føroysku festivalarnir eru, so næstu ferð vit hoyra Eivør verður ivaleyst í sambandi við útgávu av komandi fløguni.
Atgongumerki til konsertina fáast umvegis heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo, í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovuni.
Eivør og myndlistin
Aftaná konsertina letur upp myndlistaframsýning í dansistovuni í Norðurlandahúsinum við málningum hjá Eivør. Myndlistaframsýningin hevur heitið ?Eygu Hugans? og verða umleið 10 málningar við á sýningini.