Spennandi jass-samstarv er á skránni hósdagin, tá ið Eivør og Ginman trína á pall í DR býnum.
Eivør & Ginman After Dark er heitið á spennandi samstarvinum millum songkvinnuna Eivør, og kontrabassistin Lennart Ginman.
Samstarvið leggur í høvuðsheitinum upp til jass, men okkurt nútímans ljóð verður eisini at hóma, tá ið orkestri kemur við í leikin.
Samstarvið er komið í lag, eftir at Eivør og Ginman bæði høvdu eitt brennandi ynski um at spæla saman, og at skapa tónleik saman.
Eivør og Ginman hava ein hóp av kendum tónleikarum við sær. Eitt nú er Kristoffer Sjelberg á trummum, Simon Toldam á klaveri, og Bo Rande á trompet og keyboard.
Ginman hevur givið fleiri fløgur út. Eitt nú hevur hann í fleiri ár arbeitt saman við sangaranum í Sort Sol, Steen Jørgensen, sum vit eisini kenna frá The Voice sendingini hjá Tv2, eins og hann hevur havt eina jasstrio saman við Thomas
Blachman og Carsten Dahl.