Í summar kemur nýggja fløgan hjá Eivør út, og í dag avdúkar G! Festivalurin, at Eivør aftur í ár er festivalskránni í Syðrugøtu. Við sær hevur hon kremið innan írskan tónleik
Talan verður um útgávukonsert á Gøtusandi, og til hesa konsertina hevur Eivør manningina, ið hon brúkar á fløguni, ið er telur nakrar av bestu írsku elitutónleikarunum.
Tað kann roknast við eini uppliving av teimum stóru á Gøtusandi. Eivør er so væl fyri og osar av yvriskoti og spæligleði sum ongantíð áður, hetta kundi t.d. upplivast á AME konsertunum í Reykjavík og í Havn. Ummælarar hava kappast um at senda Eivør lovorð. Tað er eisini greitt, at bólkurin á hesi konsertini er frálíkur. Hon hevur nakrar av absoluttu topptónleikarunum í Írlandi, kremið innan írskan tónleik. Harímillum framleiðaran á nýggju fløguni Donald Lunny, sum verður mettur sum ein av mest týðandi persónunum handan menningina av írskum tónleiki og sum hevur framleitt fyri m.o. Sinéad O´Connor, Rod Stewart, Paul Brady, Elvis Costello, Indigo Girls og Baaba Maal.
Millum manningina we eisini Anthony Drennan á gittara, sum m.a. hevur verið spælt gittari og bass við Genesis á konsertunm umframt at hava spælt við The Corrs, Clannad og Paul Brady.
Liam Bradley spælir trummur, hann er kendur sum trummarin hjá m.ø. Ronan Keating, Van Morrison og Sinead O´connor. Noel Eccles spælir ásláttur og hann hevur spælt við mætum nøvnum sum U2, Van Morrison, Sting, The Chieftains, Hothouse Flowers, Elvis Costello og Sinead O´Connor.