So kann høvuðsstaðartiltakið Voxbotn avdúka, at Eivør Pálsdóttir og Swangah Dangah fara at framføra til ársins konsertdag í Vágsbotni 29. juni 2013.
Soleiðis siga fyrireikararnir av titakinum »Voxbotn« í Vágsbotni í dag:
»Swangah Dangah eru at meta sum ein tann best umtókti bólkurin í Føroyum, og rappararnir úr Havn hava fingið nógv rósandi orð við á teirra yrkisleið.
Síðani teir tóku ungdómin við stormi við løgum sum Gentan er Farlig, Frá Bygd til Bý og øðrum hittum, hava ummælarar og áskoðarar tikið væl ímóti teimum.
Til Planet Awards 2011 vunnu Swangah Dangah fleiri virðislønir, og fingu tá staðfest, at teir eru millum tað best umtókta vit eiga í Føroyum.
Swangah Dangah góvu út fløguna Belials Synir í 2011, og nú eru aftur gongd á fløguskrivingini hjá bólkinum. Swangah Dangah útgevur næstu fløguna nú í summar, tá Voxbotn er, og teir hava lovað at spæla tey nýggju løgini umframt øll hittini, tá ið teir trína á pallin á Voxbotn 2013.
Tað er ein sonn fragd, at Voxbotn kann avdúka, at føroyska stjørnan Eivør Pálsdóttir verður ein partur av stóra konserttiltakinum Voxbotn í summar. Eivør Pálsdóttir er ein tann mest viðurkenda songkvinnan í Føroyum, og tað ikki uttan orsøk. Seinastu vikurnar hevur Eivør ferðast kring alt Evropa við sínum tónleiki, og allastaðni savnast fólk í hópatali at uppliva føroysku Eivør.
Nýggjasta fløgan frá Eivør eitur Room, og hevur hendan fløgan fingið stóra viðurkenning uttanlands og í Føroyum. Til Planet Awards 2012 gjørdist Eivør stórvinnari av tiltakinum við fløguni Room, og hevur hon sostatt megnað at sungið seg inn í hjørtu føroyinga enn einaferð, og eingin ivi er um, at Eivør fer at bergtaka fjøldina niðri í Vágsbotni í summar.
Okkara Voxbotn verður í Vágsbotni í Havn leygardagin 29. juni og frammanundan koma Aura, Carpark North Legends of Iron Maiden við Blaze Bayley og Paul Di Anno, Voxbotn Allstars umframt fleiri onnur nøvn at spæla á stóra konsertdegnum.«