Eivør og tey knúsa alt sundur

Er tað veruliga so, at Eivør Pállsdóttir og aðrar føroyskar stjørnur umframt fleiri føroyskar fyritøkur eru farnar at gera um seg uttanlands, so hava vit føroyingar sum tjóð øgiligar kvalir at dragast við.

Hetta er als ikki ætlað sum puristiskt málsligt knarr. Heldur er hetta ein desperat roynd at gera vart við, hvussu ómetaliga langt av leið føroyskt mál er farið. Tí at gera Eivør og hinar stjørnurnar umframt fleiri modernaðar føroyskar superfyritøkur um seg uttanlands, so knúsa og sorla tey alt sundur. Eivør ripar gittaran eftir sínum gapandi áhoyrarum, hon sveiggjar mikrofonstativið í høvdið á konsertfyriskiparanum, og hon biður tey sleppa sær út, tí hon orkar ikki gronina í teimum.

Nei! Nei! Hetta er lygn!

Ja! Hetta er lygn, tí Eivør og hinar føroysku stjørnurnar umframt tær supermodernaðu, smartu fyritøkurnar gera sjálvandi ikki um seg uttanlands, tí so sleppa tey ongantíð aftur at hava konsert ella selja nakað uttanlands.

Sum skilst á hesi merkiligu orðføring: at gera um seg her og har, er hetta ein ógvuliga keðilig misskiljing.

Tí at gera um seg er at gera fortreð, at gera ónáðir, at skikka sær so illa, at enn ikki tey ringastu fótbóltsbartrogini høvdu torað at hugsað tankan.