Eystanstevna
Eftir at Fimleikafelagið Støkk royndi seg við eini væleydnaðari listaframsýning á eystanstevnu í fjør, hevur felagið aftur í ár sett sær fyri at skipa fyri eini tílíkari framsýning á stevnuni hesaferð.
Stevnan í fjør varð væl vitjað, og stigtakararnir vóna, at undirtøkan hesaferð verður líka góð sum seinasta ár.
- Í ár verður framsýningin tó eitt sindur øðrvísi. Fyri tað fyrsta, verður hon í Runavíkar skúla, har Lions Eysturoy plagar at hava sínar páskaframsýningar. Seinasta ár luttóku bara lokal listafólk, men í ár hevur verið lýst í bløðunum eftir áhugaðum at verða við, sigur Støkk.
Felagið visti mikukvøldið at siga, at eini 15 listafólk hava teknað seg, og hesi umboða alt landið ? heilt úr Suðuroy til Klaksvíkar.
Høgni og Eivør
Høgni Larsen, arkitektur úr Havn, verður í ár millum framsýnararnar, og hann fer at sýna fram tey vælumtóktu akvarellini av kendum býarmyndum úr Havn. Songfuglurin, Eivør Pálsdóttir, verður eisini við á framsýningini. Herfyri hevði hon eina sera væleydnaða framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Eftir at framsýningin hjá henni hevði verið opin einar tveir dagar, var bert ein óseldur málningur eftir; allir hinir vóru seldir.
So, Eivør dugir sanniliga annað enn at syngja.
Hilmar Højgaard og Jørgin Olsen hava tikið sær av øllum tí praktiska í samband við framsýningina, sum verður opin leygardagin og sunnudagin, báðar dagarnar frá kl. 15-20.