Eivør ársins føroyingur

Sum nakað nýtt hevur Dimmalætting skipað fyri einum tiltaki, har ársins føroyingur verður valdur. Mikukvøldið varð avdúkað, at songfuglurin Eivør Pálsdóttir sum tann fyrsti hevur vunnið hendan heiður.

Fitt av fólki var komið saman á Dimmu mikukvøldið, tá ið avdúkað varð, hvør ið hevði vunnið heiðurin sum ársins føroyingur 2004. Dimmalætting hevur staðið fyri tiltakinum, og lesararnir hjá blaðnum hava havt møguleika fyri at senda uppskot inn til blaðið um persónar, ið tey meta hava uppiborið heiðurin.

Umboðar Føroyar við tign
EIn dómsnevnd, mannað við Edmund Joensen, løgtingsformanni, Heðin Mortensen, ÍSF-forseta, Jenny C. Petersen, forkvinnu í LISA og Jóan Paula Joensen, proffesara og rektara á Fróðskaparsetrinum, hevur hugt at teimum innkomnu uppskotunum, og síðani hevur dómsnevndin tikið avgerðina um, hvør ið skuldi vinna heiðurin.
Tað gjørdist songkvinnnan Eivør Pálsdóttir, sum bleiv kosin ársins føroyingur, og í sinum grundgevingum fyri at kjósa júst Eivør, segði dómsnevndin millum annað: Hon hevur sett Føroyar á heimskortið á ein sera positivan hátt, hon umboðar Føroyar við tign, hon hevur trøllabundið menniskju kring allan heim, og hon hevur fjálgað um føroyska mentan.
Eivør kundi tíverri ikki verða til staðar, tá ið avdúkingin fór fram, og tí var tað móðir hennara, Sædis Eilifsdóttir, ið vegna dóttrina tók ímóti heiðursskrivi og blómum. Sædis takkaði fyri heiðurin, ið var sýndur Eivør, og hon las síðani ein teldupost, sum Eivør hevði sent henni úr Íslandi, har hon er stødd í løtuni og venur saman við einum íslendskum orskestri.
Síðani fingu tey hjástøddu eisini prógv um, at tað ikki bert er Eivør, sum hevur góða rødd í familjuni, tí eftir handanina fóru tær báðar yngru systrarnar hjá Eivør, Elisabeth og Elinborg, upp á pallin, har tær framførdu eitt skjaldur, og hvør veit um ikki tær báðar einaferð fara at røkka eins langt og stórasysturin.