Nik & Jay og Eivør samstarva á nýggju fløguni hjá danska poppbólkinum, skrivar Dimmalætting. Tað er lagið Trøllabundin, sum er flættað inn í heitislagið á fløguni Engle eller Dæmoner.
Eivør og Nik & Jay eru knýtt at plátufelagnum Copenhagen Records. Eivør sigur við blaðið, at fyri einum mánaði síðani varð uppringd av plátufelagnum, sum vildi hava føroysku songkvinnuna at góðkenna lagið, har gandakendi føroyska sangurin og danskur poppur runnu saman í eitt.
Dimmalætting skrivar, at umframt at vera við á sjálvari fløguni, skal Eivør eisini vera partur av fleiri konsertum hjá Nik & Jay í summar.
- Hetta er als ikki mín kategori, men tað er stuttligt at vera við, sigur Eivør við Dimmalætting.
Fløgan hjá Nik & Jay, sum vitjaðu á Summarfestivalinum í Klaksvík í fyrraárið, kemur út 26. apríl - ikki 24. apríl, sum vit skrivaðu fyrr í dag.