Eivør selt út í Vega

Konsertin við Eivør Pálsdóttir í danska høvuðsstaðnum í apríl er útseld, og tí er eykakonsert sett á skrána.

 

Eivør var upprunaliga sett at spæla í Ideal Bar í Vega hóskvøldið 11. apríl, og áhugin fyri hesi konsert hevur verið so stórur, at øll atgongumerkini til framførsluna eru seld.

Tí hevur Vega sett eina eykakonsert á skránna, og hon verður dagin fyri – mikudagin 10. apríl.

 

Meira ber til at lesa um konsertirnar á heimasíðuni hjá Vega – vega.dk.