Eivør skal spæla á DMA-Folk

Danska fólkatónleikaheiðurslønahandanin Danish Music Awards  Folk í 2006 hevur føroyska luttøku. Ein av teimum, ið spælir er Eivør Pállsdóttir. Hettar skrivar Ugeavisen Tønder á síni heimasíðu.


 
Tiltakið verður hildið í Tønderhal 1 í Tønder og umframt Eivør er almannakunngjørt, at Lars Lilholt og Haugaard & Højrup Bigband spæla. Men onnur nøvn verða eisini á plakatini.
 
Skipað hevur verið fyri DMA  Folk síðan 2001, og tiltakið plagar altíð at vera væl vitja. Fyri Eivør er hetta eitt gott høvi at spæla fyri fólki úr fólkatónleikaídnaðinum.
 
Tiltakið verður hildið 11. mars og til ber at keypa atgongumerkið í forsølu frá 6. februar, á telefon +4574724610.