Konsertin verður leygarkvøldið 9. september kl 20. Tá fer Eivør á pallin saman við nøkrum av matastu tónleikarunum í kongaríkinum, og talan verður um tónleik á høgum stigi, tí talan er veruliga um teir bestu tónleikararnar, sum Eivør hevur savnað sær til hetta kvøldið. Tað er blaðið »Kvinna«, sum skipar fyri konsertini.
Tónleikararnir verða bæði danir og føroyingar:
Troels Skovgaard á gittara. Hann hevur spælt saman við Hanne Boel og Cæcilie Norby. Klaus Menzer leikar trummur. Hansara tónlistarliga karriera byrjaði í bólkinum Sneakers, har navnframka Sanne Salemonsen var sangari.
Okkara Edvard Nyholm Debess fer at leika bass. Hann hevur í nógv ár verið virkin innan jassin í Føroyum og í Norðurlondum annars, men hevur seinastu árini eisini verið nógv at hoyra í bólkinum »Headache Blues Treo«. Magnus Johannesen er kanska fyrst og fremst kenur úr superbólkinum »Plúmm«. Magnus hevur síðani spælt við einum ótali av bólkum so sum »Terji & Føstufressar«, »Frændir« og »Taxi«.
Umframt hesar framúr góðu tónleikarar er ein strúkikvartett við fyri at víðka um ljóðmyndina. Eivør hevur eisini tríggjar kórsangarar afturat sær, og tær eru Cristine Birksøe, Stine Findsen og tann føroyska songkvinnan Unn Patursson.
Sviin Pelle Giöbel tekur sær av ljóðinum. Hann hevur drúgvar royndir innan ljóðviðgerð og verður roknaður sum ein hin besti til at gera live ljóð.
Tónlistarlig ævintýr
Lívið og tónleikurin hjá Eivør kann lættliga samanberast við eitt ævintýr. Hennara ævintýr byrjaði longu, tá ið hon sum 13 ára gomul vann Ársins Songrødd-kappingina. Longu tá varð hon skírd tað størsta talentið nakrantíð í Føroyum. Eivør mentist støðugt, og flutti av landinum fyri at liva sum tónleikari burturav. Áðrenn nakar vardi, var Eivør Pálsdóttir vorðin ein stór stjørna í grannalandinum Íslandi. Eivør hevur framført sín tónleik í nógvum ymiskum londum, og allastaðni verður hon móttikin við opnum ørmum. Ummælarar í hópatali rósa henni, hvar hon so er. Og enn er hon blaðung...
Nú skal songkvinnan úr Gøtu so trína á pallin í konsertsalinum í Tivoli. Hesin salurin hevur hýst fleiri av heimsins størstu stjørnum, og nú eigur Eivør tørn. Konsertsalurin í Tivoli er tiltikin. Onga aðrastaðni finnur tú so fullfíggjaðar umstøður til eina heildaruppliving sum í konsertsalinum. Salurin varð umvældur fyri kortum og hevur nú ein heilt einastandandi akustikk. Salurin tekur um 1.700 fólk, so hetta er í veruleikanum ein hin størsta konsertin, ið nakar føroyingur hevur havt nakrantíð. Á konsertini sleppur áhoyrarin at hoyra eitt bland av tí besta tilfarinum hjá Eivør.