Eivør á SPOT-festivalin

Eivør Pálsdóttir er nýggjasta høvuðsnavnið á skránni fyri SPOT-festivalin i Århus, ið verður komandi vikuskiftið, við sær hevur hon írskar tónleikarar.

Tað er longu greitt at Boys In A Band, Budam luttaka á SPOT-festivalinum í Århus komandi vikuskiftið. Men nú avdúkar festivalurin, at Eivør eisini luttekur, við somu írsku manning, ið hevur spælt á komandi fløguni Human Child og seinni í ár fer á pall við henni á G !festivalinum. Lena Anderssen skuldi eftir ætlan eisini luttaka á SPOT-festivalinum, men hevur tíanverri avlýst allar sínar konsertir fram til G !.