Eivør við nýggjari fløgu

Týsdagin 21. August kom nýggja fløgan “Room” hjá Eivør Pálsdóttir út.

 

Fløgan er innspæld í Studio Bloch í hugnaliga umhvørvinum á Skálatrøð í Tórshavn, og er hetta fyrstu ferð, Eivør hevur innspælt fløgu her heima í Føroyum. Fløgan tekur aftur í fólksliga heimin frá fyrru fløgunum, samstundis sum vit eisini hoyra endurljóð úr tí elektroniska heiminum, sum vit kenna frá seinastu útgávuni Larvu.

 

Eivør hevur sjálv framleitt fløguna saman við Trónda Bogasyni, og saman hava tey megnað at skapa eitt heilt egið ljóðbílæt.

 

Á fløguni eru 10 nýggir sangir, allir á enskum. Millum annað sangurin “I know”, ið er enska útgávan av lagnum “Eg veit”, sum hevur verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpið í summar, og verður sendur øllum, ið hava skrásett seg at móttaka tíðindaskriv frá Eivør. Tey, ið downloada fløguna Room á Itunes, fáa føroysku "eg veit" við sum bonustrack. Onnur løg, ið kunnu nevnast, eru “Rain”, ið endurspeglar minnir frá barndóminum, og “Boxes”, ið er skrivað um tíðarskeiðið, tá Eivør pakkaði síni ting niður í kassar og flutti til Danmarkar. Á fløguni er eisini lagið “Far away”, sum varð skrivað, aftaná at Eivør sera knappliga og óvæntað misti pápa sín fyri góðum hálvum øðrum ári síðani.

 

Eivør bjóðar við nýggju fløguni lurtaranum inn í sín heilt egna heim, har vit møta henni á einum erligum og kenslubornum stað.

 

Í kjalarvørinum av útgávuni hevur Eivør í septembur konsertir í Íslandi, Føroyum, Sveits og Danmark.

 

Á konsertunum í Føroyum fer Eivør at framføra saman við Mikael Blak, Magnusi Johannesen, Høgna Lisberg og Trónda Bogason á hesum støðum:

 

14. september í Tøting

15. september í Norðurlandahúsinum

16. september í Løkshøll

 

Í Íslandi heldur Eivør m.a. konsert Hørpuni tann 31. August og í Danmark verða m.a. konsertir í Musikkhúsinum Århus 28. September og í DR húsinum 29. September. Fleiri upplýsingar um konsertir finnast á www.eivor.com