Hósdagin 12 november kemur út nýggj fløga við Eivør Pálsdóttir. Fløgan er ein livefløga við løgum, sum hava verið tikun upp seinastu árini. Elsta upptøkan er t.d. frá 2002, tá Eivør og Petur sungu death is not the end í Útvarpinum, meðan nýggjast upptøkan er gjørd í Japan í oktober í ár.
Fløgan verður útgivin av av Tutl, og í hesum sambandi, fer Eivør at syngja nøkur løg og signera fløgur í Tutl og handlinum á Káta Horninum hóskvøldið kl. 16.30. Fløgan fæst hendan dagin til serprís. Á fløguni eru 16 løg.
Tey flestu av løgunum hevur Eivør skrivað sjálv. Tað eru tó nøkur cover løg, sum Eivør hevur spælt nógv á konsertum, og sum onkursvegna hava havt stórarn týdning fyri Eivør.
Sangir sum ikki eru slopnir ígjøgnum nálareygað, tá Eivør hevur valt tilfar út til studiofløgurnar, ið eru komnar út frammanundan, hava í summum føri fingið pláss her.
Á fløguni hoyrir tú Eivør live, solo, ,við orkestri og við íslendska symfoniorkestrinum. Eisini hoyra vit Eivør syngja duet saman við Bill Bourne, Petur Pólson og Teiti. Eivør hevur seinastu árini tikið nógvar konsertir upp. Hon hevur gjøgnumgingið alt materialið og við harðari hond valt 16 sangir út.
Sangirnir eru tiknir upp í Føroyum, Íslandi, Danmark, Eysturríki, Týsklandi og Japan. Eivør er sum flest av okkum vita, altíð á veg??.. Hendan fløgan kann sigast at verða ein upptekning av teimum vegum, hon hevur gingið - ein fløga, ið lítur aftur og samlar upp, - ein tøkk fyri farna tíð, áðrenn Eivør fer at ganga nýggjar leiðir, tí longu í mars næsta ár kunnu vit vænta, at Eivør kemur út við einari fløgu við heilt øðrvísi og nýggjum tilfari.