Eivør við strúkarum í Tivoli

Tað verður ein heilt serlig konsert, ið føroyingar, íslendingar og danir í danska høvuðsstaðnum sleppa at uppliva, tá Eivør fer á pallin í konsertsalinum í Tivoli.


Tá Eivør 9. september fer á pallin í konsertsalinum í Tivoli, verður talan um eina heilt serliga konsert, har bólkurin, ið spældi á Kvinnu konsertunum hjá Eivør, Guðrun og Lenu í fjør, og ein strúkarakvartett fara at gera upplivingina til meira enn eina vanliga Eivør konsert.
 
Tónleikararnir, ið Eivør hevur við sær teljast millum teir heilt góðu í danska kongaríkinum. Á gittara er t.d. Troels Skovgård, ið hevur spælt nokkso fitt við Eivør seinnu tíðina, áður hevur hann samstarva við m.o. donsku songkvinnurnar Hanne Boel og Cæcilie Norby. Á trummum er Klaus Menzer, ið m.a. hevur spælt í Sneakers. Kórrøddirnar verða sungnar av Christine Birksøe og Stine Findsen. Eisini vera fleiri dugnaligir føroyski tónleikarar á konsertini.
 
Á skránni verða nýggjari og eldri løg hjá Eivør og løg sum Eivør er von at tulka. Fyri at geva fólki eina smakkroynd av, hvussu tað fer at ljóða í Tivoli, hevur Eivør lagt tvær konsertupptøkur av Kvinnu konsertunum í Norðurlandahúsinum á heimasíðu sína. Talan er um løgini Nú brennur tú í mær og Hann angar sum sólja og bøur.
 
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Sigv?r Laksá&quot;$?$end$!$Sigvør Laksá</st1:PersonName$?$end$!$ umboðskona hjá Eivør sigur, at fyribils hevur øll marknaðarføringin verði vend móti føroyingum í Føroyum. Men nú verður farið undir at selja konsertina í Danmark. Í vár spældi Eivør eina útselda konsertferð kring Danmark, men tá vóru tað smærri spælistøð, ið vóru á skránni, so talan var ofta um eini 300 fólk, ið komu á konsert. Í konsertsalinum í Tivoli rúmast 1.700 fólk. So tí verður marknaðarføringin eisini munandi ógvisligari enn í vár. M.a. verða risa stór skeltir við Eivør hongd kring býin í Keypmannahavn, umframt at lýsingar verða í donsku bløðunum.<BR> 
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Sigv?r Laksá&quot;$?$end$!$Sigvør Laksá</st1:PersonName$?$end$!$ metir tó ikki, at tað verður trupult at selja atgongumerkini, tí í Keypmannahavn búgva hópin av føroyingum og íslendingum og hesir kenna Eivør. <BR> 
Eivør hevur við sínum heiðurslønum á DMA Folk, og ummælararóstu framførslum á m.a. Roskilde Festivalinum og á Tønderfestivalinum, eisini vunnið sær nógvar danskar fjepparar, og nógvir av hesum verða ivaleyst eisini at síggja á konsertini í Tivoli.