Eivind flotnaði, tá hann var so frægur, og hann fleyt, til knøini fóru undan, og ikki var standandi á maskindúrkinum meira. Men enn kemur neyvan »fartøj« inn um Presttanga, sum hann ikki so ella so skal hava eyguni eftir. Huginum bilar einki.
Eivind fór til skips áðrenn seinna heimsbardaga og sigldi eisini undir krígnum. Fekk at kenna álvaran í hesi tíðini, tá einasti bróðurin, Gudmund, fórst við Sólarris undir Íslandi. Men Eivind helt á at sigla.
Hann var seinni í smiðulæru og á maskinskúla. Og síni manndómsár sleit hann á ymsum maskindúrkum. Bæði við trolarum og línubátum.
Eivind var við, tá Sandavágs Trolarafelag varð stovnað í seinnu helvt av fýratíarunum, og trolarin Torkil Ønundarson varð keyptur. Honum var hann so við, ta tíð hann var í Sandavagi. Í 1952 var hann við at stovna felagið Nípuna, sum keypti trolaran Eiðiskoll, ið fekk stjørnunavnið Venus. Eitt navn, sum fylgdi Eivindi alla hansara reystastu tíð.
Trolarin Venus varð seldur seinast í fimtiárunum, og Eivind var eitt stutt skifti við øðrum skipum. Millum øðrum línubátinum Gamla Andrasi. Hetta sum liður í at læra slíkt skip at kenna, tí hann hevði saman við øðrum í hyggju at lata skip av sama slagi smíða í Noreg.
Í 1961 var Eivind í Noreg og hevði eftirlit, meðan línuskipið Venus varð smíðað. Og hetta skip gjørdist hansara arbeiðspláss komandi nógvu árini.
Tíggju ár seinni, í 1971, var hann við til at keypa Eirik Jall, sum fekk navnið Mars. Mars hevur so verið í »familjuni« til í seinastu viku, tá hann varð seldur til Hósvíkar. Venus er enn nakað nær, hóast hann eitt stutt skifti fyrst í nítiárunum hevði heimstað í Miðvági.
Eivind var við Venusi til 1977, tá hann fór við Mars. Og har var hann so, til hann í 1983 mátti leggjast flatur og skifta bæði knøini. Tá fór hann ikki aftur til skips.
Men frið bant hann ongan. Baksaði altíð við eitthvørt. Bátar, kálvar, seyð, dunnur, og sanniliga um ikki eitt ross eisini einaferð var í húsinum. Men tað átti ein av synunum, sigur hann.
Hóast høgan aldur og heldur vánaligt gongulag, er hann framvegis klárur í erva og fylgir rættiliga væl við, hvat skipini gera. Enn veit hann, hvør er innan fyri Tangan, og til teirra, sum á feltinum eru, ringir hann javnan. Veit mestsum akkurát, hvussu nógvar kurvar eru í hvørjum háli, og hvussu nógvar greipur hanga á gelendaranum.
Og hann hevur ongar ætlanir um at leggja inn enn. Hevur júst ognað sær ein jeep afturat. Tí ein keitúr má hann sleppa, tá hann ætlar sær tað.
Ella oman í Undirhúsið at spæla kort, sum er tað stóra frítíðarítrivið hesa myrku tíðina.
Tað er ikki keðiligt at kenna Eivind. Bráður sum hann er, er einki við at bíða við nøkrum, til tað liggur fyri at avgreiða tað. Tá hann heldur, at tað skal gerast, so er bara at vera klárur. Telefonin kann ringja nær sum helst.
?Nú gamli. Nú manglar ein makkari.
Hann vil spæla kort, og um tú ert staddur í Sørvági ella á Strondum ger tað sama. Hann situr klárur at geva, tá tú møtir.
Sambandsmaður er hann um ein háls og vil hvørki síggja ella hoyra grett eitt einasta orð um um fullveldi ella nakað av tí slagnum. Tað kann ikki brúkast til nakað sum helst, heldur hann uppá.
Eivind er giftur við Jonu, ið er av Dunganum í Sørvági. Tey eiga níggju børn, og eina rúgvu av ommu- og abbabørnum. Øll børnini búgva í Vágum, uttan ein dóttir, sum býr á Álandi.
Eivind og Jona eru burturstødd á føðingardegi hansara.