Eivør Pálsdóttir fer í næstum á spennandi konsertferð.
Í sær sjálvum er onki nýtt í, at Eivør fer á konsertferð úti í heimi. Men hesaferð er tað handan hav, í USA og Canada, at Eivør skal framføra.
Hóast hon hevur roynt at staðið á palli har áður, so er tó øðrvísi hesaferð, tí hesaferð er Eivør sjálv høvuðsnavn:
- Í januar skal eg, sum høvuðsnavn, á mína fyrstu konsertferð í USA og Canada. Eg havi fyrr verið har og spælt, men tá sum upphitingarnavn fyri onnur høvuðsnøvn. Eg havi við tíðini, og kanksa serliga seinastu árini, fingið fleiri og fleiri áhoyrarar í USA, so tað verður spennandi endiliga at spæla konsertir har, og at møta mínum áhoyrarum, sigur Eivør.
- Hendan fyrsta konsertferðin verður ein røð av konsertum, har eg, saman við Mattias Kapnas á klaver, fari at framførða míni løg. Vit arbeiða í løtuni við konsert programminum, og við nýggjum spennandi útsetingum av løgunum á klaveri, og eg gleði meg til at framføra løgini á henda hátt. Í 2023 er so ætlannin at fara aftur til USA við fullum bólki, sigur Eivør.
Fyrsta konsertin er tann 14. januar 2022 í Silver Spring, og ferðin endar 2. februar í Los Angeles.
(Mynd-ovast; Sigga Ella)
##med2##