So er ein av Føroya bestu songkvinnum aftur í upptøkuhølunum. Hesaferð er tað í Studio Bloch í Havn.
Eivør Pálsdóttir telist millum mest viðurkendu tónleikararnar í Føroyum, og teir mest virknu. Síðani 2000 hevur Eivør útgivið níggju fløgur í egnum navni. Sostatt er hendan, sum nú verður upptikin, nummar tíggju í røðini.
Umframt hetta hevur Eivør framleitt fleiri fløgur saman við øðrum. Í ár hevur hon eitt nú givið út eina fløgu saman við danska tónleikaranum Lennart Ginman, og hevur hendan fløga fingið sera góð ummæli frá donskum, hollendskum, føroyskum og øðrum ummælarum.
Eivør skrivar í dag á hennara offisiellu Facebook síðu, at hon nú er farin í studio aftur at taka upp enn eina fløgu, og at hon gleðir seg at deila sín tónleik saman við sínum fjepparum.
Nær nýggja útgávan hjá Eivør verður tøk er enn ikki greitt. Men áhugaði kunnu fylgja við á hennara Facebook síðu ella á heimasíðuni eivor.com