Hósdagin byrjaði Eivør eina konsertferð í Týsklandi, har hon skal framføra ymstastaðni fram til næsta hósdag.
Hesar dagarnar, hon hevur framførslur, býr hon á ymsum gistingarhúsum.
Tá kendi, føroyski sangfuglurin kom til Týsklands fyrradagin, bleiv hon ikki sørt ovfarin, tá hon kom inn á kamarið, hon skuldi hava, á gistingarhúsinum í býnum Cologne.
Kamarið og ikki minst songin vóru ikki júst tey, sum vit vanliga seta í samband við gistingarhús.
Tað fekk Eivør alt fyri eitt at skriva á Facebook:
- Eg eri so spent til konsertina í kvøld! Eg má heldur royna at slappa av!Kanska er hetta "rúmdarkamarið" orsøkin. Songin er eitt rúmdarskip, skrivaði Eivør á Facebook.
Afturat tekstinum legði hon ein mynd út, sum vísir, eitt heldur annarleiðis hotelkamar og eina rættiliga sermerkta song.
Fram til mikudagin í næstu viku skal Eivør hava konsertir í eitt nú Berlin, Hamburg og Flensburg. Hósdagin fer hon til Eysturríki at framføra í Wien.