Seinnapartin kl. 14:25 verður dagsins fyrsta framførsla á G! Festivalinum í Syðrugøtu. Tá hevur Van Der Graff framførslu í Fjósinum. Síðani halda framførslurnar og undirhaldið fram til út á miðja nátt.
Á stóra pallinum á sandinum fara Lena Anderssen, Marius Ziska, Eivør og Amason at spæla í kvøld. Framførslur verða eisini frá eitt nú Hamferð, Analogik, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Ranchus og Hackney Colleri Band.
Seinasta framførslan í nátt verður kl. 02:30, tá ið Brynjolfur fer á pallin í Grundini.