Nú mentanardagar og harmonikutreff er í Fuglafirði um vikuskiftið, er eisini ymiskt á skránni fyri morgindagin, sunnudagurin. Byrjað verður við brunch í Mentanarhúsinum klokkan 9, og tá skipar Roysnið eisini fyri gangi-og rennitúri, har øll kunnu verða við.
Tiltakið, sum Roysnið skipar fyri, byrjar klokkan 9 og er liðugt klokkan 11.
Tá tað er sunnudagur, er eisini hóskandi við eini gudstænastu, og henda verður í Fuglafjarðar kirkju klokkan 11. Tað verður fuglafjarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, sum fer at tala. Við gudstænastuna sunnudagin verður eisini altargongd.
Á middegi, tá fólk gerast svong aftur, letur Muntra upp og verður opið til klokkan 22 á kvøldi.
Aftur sunnudagin verður Regnskjólagøtan á Kirkjuvegi opin við livandi tónleiki, kaffi, køkum og øðrum, og her verður opið í tímunum frá klokkan 12 til 20.
Nú heystið nærkast, og skúlarnir eru byrjaðir aftur, byrja eisini sunnudagsskúlarnir aftur. Sunnudagin klokkan 12.30 byrjar sunnudagsskúlin aftur í Thabor.
Framsýningarnar í Ribarhúsi, Piddasahandli, Bátasavninum og Høvdahúsinum verða eisini opnar sunnudagin - frá klokkan 14 til 20.
Í Mentanarhúsinum letur Kyrja Kafé’in upp klokkan 14, og frá klokkan 16-18 verður kafé’in karmur um tað, sum í skránni verður rópt ”andarúm”. Her verða hugleiðingar og framløgur um andalig viðurskifti og spurningar.
Sunnudagin klokkan 16 verður Mentanarhúsið karmur um stóra endakonsert við Søren Brix, Mogens Bækgaard, Halli Joensen og øðrum. Endakonsertin kostar 150 krónur fyri tey, sum ikki hava armband, men fyri tey, sum hava armband, er konsertin ókeypis.
Hóast tað er sunnudagur, og hóast tiltøkini í Fuglafirði byrja longu fríggjadagin, verður ikki helmað í fyrr enn seint sunnukvøldið.
Í tímunum frá klokkan 20 til 22 verður nevniliga stór konsert við Eivør og bólki í Mentanarhúsinum, og her fer Marius at hita upp.
Meira kann lesast um skránna fyri harmonikutreff og mentanardagar í Fuglafirði á www.mentan.info