Tá ið Eivør í dag sang tveir sangir á Stórakneysa í Mikladali, segði hon staðið vera tað villasta og flottasta staðið, hon nakrantíð hevði sungið í.
Tað var í samband við at kópakonan í Mikladali varð avdúka, at Eivør Pálsdóttir framførdi sínar sangir.
- Hetta er ein stórur heiður fyri meg, og tí segði eg beinanvegin ja til at at framføra til hetta tiltakið, segði Eivør.
Tað vóru umleið 2000 fólk til staðar niðri í helluni, og meðan Eivør sang sangin 'Trøllabundin', trøllbant hon sanniliga alla fjøldina við sínari vøkru rødd.
Eivør greiddi frá at hon, saman við Marjun Syderbø Kelnes, í longri tíð hevur arbeitt við kópakonuni, og tí valdi hon at enda at syngja sangin 'Slør', ið er skrivaður út frá hesum. Henda framførsla í Mikladali var tí frumframførslan av lagnum Slør.
At enda, meðan røddin hjá Eivør rungaði um alla helluna, kom ein veruligur kópur til sjóndar í sjónum.